Ítróttur

Eingin fótbóltur um vikuskiftið

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta 1. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum og 2. umfar hjá monnum, sum annars vóru á skránni komandi vikuskiftið

Nógvur kavi er komin niður seinastu dagarnar, og tað fær nú avleiðingar fyri fótbóltin, sum annars var á skránni komandi vikuskifti - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nógvur kavi er komin niður seinastu dagarnar, og tað fær nú avleiðingar fyri fótbóltin, sum annars var á skránni komandi vikuskifti - Mynd: Hans Erik Danielsen

2023-03-09 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Enn einaferð má veðrið sær sjálvum ráða, og soleiðis verður allarhelst eisini framyvir.

Veðurforsøgnin fyri komandi vikuskifti sær einki serlig út – boðað verður frá kulda og kava – og tað fær nú avleiðingar fyri dystirnar í Betri Deildunum hjá bæði kvinnum og monnum, og í 1. og 2. deild hjá monnum, og í U21, sum annars vóru á skránni um vikuskifti.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dystirnir í 1. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum verða útsettir til mikudagin 3. mai, meðan dystirnir í 2. umfari í Betri Deildini hjá monnum verða fluttir til mikudagin 12. apríl.

Harafturat eru umfør og dystir í 1. deild og í 2. deild hjá monnum, og í U21 fluttir orsakað av veðrinum, ið er væntandi næstu dagarnar.

Broyttu leikdagarnir eru dagførdir í leikskráunum á heimasíðuni hjá FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder