2026-09-25 10:52
Klaksvíkar kommuna skrivaði mikudagin:
Faðir og dóttir á býráðsfundi
Herman R. Samuelsen hevur forfall til býráðsfundin í kvøld. Í hansara stað tekur dóttir Karl Johansen, borgarstjóra, Annika Karlsdóttir Ljósstein, sætið sum eykavald. Hetta er fyrstu ferð at Annika tekur sæti í býráðnum.
Hetta er samstundis fyrstu ferð í søguni hjá Klaksvíkar býráði, at tvey ættarlið úr somu familju hava sæti í somu setu og á sama býráðsfundi.
Annika fekk 48 persónligar atkvøður á kommunuvalinum í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald