Ítróttur

Fakta um fjallasúkklubreytina við Vesturvarða

Kunning frá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon (SST).

2026-08-16 23:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HVÍ LEGGJA VIT HESA KUNNING ÚT?

Seinastu tíðina hevur nógv verið sagt og skrivað um ætlaðu fjallasúkklubreytina við Vesturvarða. Tað er bæði natúrligt og í lagi at hava ymisk sjónarmið um eina verkætlan sum hesa.

Tað er samstundis týdningarmikið, at almenna orðaskiftið byggir á ta verkætlanina, sum veruliga liggur fyri, og á skjølini og avgerðirnar í málinum.

SST ynskir ikki at gera hetta til eitt stríð millum súkklarar, reiðfólk ella einstaklingar. Endamálið við hesi kunning er at savna tey grundleggjandi fakta, sum almenningur, fjølmiðlar og politikkarar kunnu leggja til grund.

STAÐSETINGIN ER IKKI EITT NÝTT HUGSKOT Í SAMBANDI VIÐ OYGGJALEIKIRNAR

Tórshavnar kommuna vísti longu í 2015 á økið við Vesturvarða sum hóskandi til eina fjallasúkklubreyt. Í kommunalu málslýsingini varð víst á, at økið kundi nýtast til eina breyt, sum lýkur altjóða krøv og kann nýtast til Oyggjaleikir, NM og líknandi kappingar.

Mynd 1. Fyrsta varðveitta linjuføringin. Kommunala málið staðfestir, at Tórshavnar kommuna vísti á økið longu í 2015.

Byggi- og býarskipanarnevndin tók 7. juni 2016 undir við tilmælinum um staðsetingina.

Málið varð síðan viðgjørt av nýggjum í 2019, og 30. oktober 2019 samtykti Tórshavnar býráð ætlanina einmælt.

Staðsetingin og ætlanin um fjallasúkklugøtur við Vesturvarða hava sostatt eina kommunala og politiska søgu, sum røkkur meira enn tíggju ár aftur í tíð. Oyggjaleikirnir 2027 eru ikki orsøkin til, at júst hetta økið varð valt.

VERKÆTLANIN ER MUNANDI MINKAÐ EFTIR HOYRING

Tá arbeiðið við Oyggjaleikabreytini varð tikið upp aftur, setti politiska viðgerðin sum treyt, at verkætlanin skuldi tillagast, at brúkarar av økinum skuldu hoyrast, og at náttúruatlit skuldu takast.

Á felagsfundi 2. desember 2025 løgdu SST, rossafeløgini og Tórshavnar kommuna sjónarmiðini fram. Á hesum fundinum varð eitt størri heildaruppskot víst.

Mynd 2. Størra heildaruppskotið frá 2023, sum varð víst á felagsfundinum 2. desember 2025. Eftir fundin varð avgjørt at arbeiða víðari við einans stuttu Oyggjaleikabreytini.

Eftir fundin varð avtalað, at SST skuldi arbeiða víðari við bert stuttu Oyggjaleikabreytini.

Tillagaða uppskotið varð síðan lagt fram við minst 30 metra frástøðu frá verandi høvuðsgøtum sum meginreglu og við kendum íbindingarstøðum.

Mynd 3. Tillagaða og avmarkaða Oyggjaleikauppskotið frá desember 2025 við 30 metra frástøðu frá verandi høvuðsgøtum sum meginreglu.


Mynd 4. Nýggjasta linjuføringin, projekterað eftir tillagingarnar og við sambandi til verandi gøtukervi.


Mynd 5. Vísur at nýggjasta linjuføringin, er innanfyri tillagaða og avmarkaða Oyggjaleikauppskotið og frástøðu til verandi almennu gøtur.

Í nýggjastu projekteringini verða eisini partar av verandi gøtum gagnnýttir til Oyggjaleikirnar, soleiðis at minni nýggj gøta skal gerast.

Tilgongdin hevur sostatt ikki vaksið verkætlanina. Hon hevur minkað hana. Tí eigur núverandi verkætlan ikki at verða mett út frá fyrstu og størstu tekningini.


‘Mynd 6. Oyggjaleikaleiðin við lutvísari nýtslu av verandi gøtum, soleiðis at tørvurin á nýggjari gøtugerð verður minni.


TRYGD MILLUM YMISKAR BRÚKARAR ER PARTUR AV PROJEKTERINGINI

Trygd hjá reiðfólki, gongufólki, súkklarum og øðrum brúkarum skal takast í álvara.

SST hevur tí ikki bert arbeitt við frástøðu millum gøturnar. SST hevur eisini latið kommununi uppskot um ein “Share the Trail”-leist við skelting og greiðari víkiskyldu.

Leisturin leggur upp til, at súkklarar víkja fyri gongufólki og reiðfólki, og at gongufólk og rennarar víkja fyri reiðfólki á almennu gøtunum.

Mynd 7. ‘Share the Trail’-leistur úr tilfarinum, sum SST hevur latið kommununi: skelting og greið víkiskylda millum brúkarabólkar.

Endamálið við serligu fjallasúkklugøtunum er samstundis at fáa ein størri part av fjallasúkkluvirkseminum av verandi fleirbrúkaragøtum og inn á serligar gøtur.

Súkkluvirksemi er longu í økinum. Uppgávan er tí at skipa fleirnýtsluna betur og tryggari enn í dag.

OYGGJALEIKIRNIR ERU IKKI ORSØKIN TIL STAÐARVALIÐ – MEN KAPPINGIN SETUR KRØV

Staðsetingin við Vesturvarða varð vald nógv ár áðrenn Oyggjaleikirnir 2027 komu inn í myndina.

Tað er týdningarmikið at skilja millum tvey ymisk ting. Tað kann vera, at ÍSF ikki hevur sett eitt sjálvstøðugt krav um, at ein nýggj permanent fjallasúkklubreyt skal byggjast. Men tað merkir ikki, at eingi krøv eru til sjálva kappingarleiðina.

Tá Føroyar hava sagt ja til at fyriskipa fjallasúkklukapping á Oyggjaleikunum, skulu vit eisini kunna veita hóskandi og tryggar umstøður til eina slíka kapping.

Kappingarleiðin skal lúka tey ítróttarligu og teknisku krøvini, sum galda fyri fjallasúkklukappingina eftir reglunum hjá UCI – altjóða súkklusambandinum. Tað setur krøv til millum annað linjuføring, hæddarmunir, tekniskar avbjóðingar, trygd og møguleikan at skipa eina fullgóða kapping.

Breytin við Vesturvarða er projekterað við hesum altjóða krøvum sum einari grundleggjandi fortreyt.

At eingin hevur kravt eina nýggja permanenta breyt er sostatt ikki tað sama sum, at eingi krøv eru til kappingarleiðina.

Endamálið er samstundis, at íløgan skal hava varandi virði. Eftir Oyggjaleikirnar skulu gøturnar kunna nýtast til venjing, børn, ung, skúlar, feløg, kapping og vanliga frítíð.

VERANDI ROYNDARGØTA VÍSIR, HVUSSU EIN SLÍK GØTA KANN LIGGJA Í LENDINUM

Við Vesturvarða er longu ein royndargøta, sum hevur verið har í fleiri ár. Tórshavnar kommuna gav í 2019 loyvi til at gera hesa royndarbreyt. Royndargøtan er tí eitt ítøkiligt dømi um, hvussu ein smøl fjallasúkklugøta kann leggjast í  og eftir lendið.

BÝRÁÐIÐ HEVUR BEINLEIÐIS TIKIÐ STØÐU TIL AÐRA STAÐSETING

  1. februar 2026 varð eitt broytingaruppskot lagt fyri Tórshavnar býráð um at finna aðra staðseting til fjallasúkklubreytina.

Uppskotið fall 5-8.

Síðani varð tillagaða verkætlanin við Vesturvarða samtykt við sama býti: 8 fyri og 5 ímóti.

Býráðið hevur sostatt ikki bara játtað pening til verkætlanina. Býráðið hevur eisini beinleiðis viðgjørt spurningin um staðsetingina og valt at halda fram við tillagaðu loysnini við Vesturvarða.

YVIRFRIÐINGARNEVNDIN HEVUR IKKI TIKIÐ ENDALIGA AVGERÐ UM AT SÝTA VERKÆTLANINI

Í almenna kjakinum verður viðhvørt sagt, at Yvirfriðingarnevndin hevur frámælt fjallasúkklubreytini við Vesturvarða.

Tað er ikki ein nóg neyva lýsing av málsstøðuni.

Í skrivinum 16. juni 2026 metir Yvirfriðingarnevndin, at verkætlanin kann hava munandi ávirkan á landslagseyðkennið. Nevndin metir samstundis fyribils, at landslagsávirkanin kundi verið minni við vindmyllurnar, og heitir á SST um at avklára, um verkætlanin kann leggjast har.

Talan er um eina henstilling um at kanna eitt alternativ. Tað er ikki ein endalig avgerð um at nokta verkætlanini við Vesturvarða.

SST hevur latið Yvirfriðingarnevndini nærri frágreiðingar um staðsetingina, tillagingarnar, trygdina, arbeiðsháttin og avleiðingarnar av einari flyting. Málið skal nú avgerast á einum fullfíggjaðum og skjalprógvaðum grundarlagi.

LOKALI FRIÐINGARMYNDUGLEIKIN HEVUR MÆLT TIL AT LOYVA ÆTLANINI

Áðrenn málið fór til Yvirfriðingarnevndina varð tað viðgjørt av lokala friðingarmyndugleikanum.

Lokala friðingarnevndin metti, út frá umsóknini, frágreiðingunum og tekningunum, at ætlanin kundi fremjast við ávísum treytum. Nevndin segði beinleiðis, at hon var samd um at geva ætlanini sítt viðmæli, tí hon metti, at ætlaða fjallasúkklubreytin ikki fór at misprýða landslagið.

Hetta er eisini týdningarmikið í almenna kjakinum: friðingarmyndugleikarnir hava ikki einmælt mett, at verkætlanin er ósambærilig við náttúru- og landslagsatlit. Lokala nevndin kom tvørturímóti til ta niðurstøðu, at ætlanin kundi fremjast við hóskandi treytum.

NÁTTÚRU- OG LANDSLAGSATLIT SKULU TAKAST Í ÁLVARA

Økið við Vesturvarða hevur náttúru- og landslagsvirði, og tað skal sjálvsagt vera partur av myndugleikametingini.

Ætlanin er ikki at gera breiðar vegir gjøgnum lendið. Fjallasúkklugøturnar verða lagdar eftir náttúrliga lendinum og skulu bugta seg millum grót og lendismyndir.

Endamálið er at avmarka grevstur og arbeiðsbreidd, gagnnýta tilfar á staðnum, varðveita grót og náttúrligar lendismyndir og leggja gróður aftur eftir arbeiðið.

Myndir tiknar undir ella beint eftir gøtuarbeiði kunnu sjálvsagt vísa bera mold og arbeiðsspor. Slíkar myndir eru tó ikki í sjálvum sær ein rættvísandi mynd av varandi landslagsstøðuni.

Náttúruávirkanin eigur tí at verða mett út frá endaligu linjuføringini, gøtubreiddini, arbeiðsháttinum og teimum treytum, sum myndugleikarnir seta.

EIN FLYTING NÚ ER IKKI BARA EIN NÝGGJ LINJA Á EINUM KORTI

Sambært uppgerð hjá SST frá august 2026 eru umleið 1 mió. kr. brúktar ella bundnar til arbeiðið við verandi staðseting.

Harumframt eru stuðulsumsóknir til viðgerðar, har verandi staðseting og projektering eru grundarlagið.

Ein flyting til eitt nýtt øki krevur í stóran mun nýggja linjuføring og lendistillaging, tekniska og kappingarliga meting, kostnaðarmeting og arbeiðsætlan, myndugleikaviðgerð og avtalur, fíggingargrundarlag og stuðulsumsóknir, umframt royndarkoyring og fyrireiking fram móti Oyggjaleikunum.

Ein flyting merkir ikki, at hvør króna, sum higartil er brúkt, verður mist. Men ein stórur partur av staðbundnari projektering, fyrireiking og umsóknararbeiði hevur lítið ella einki endurnýtsluvirði á einum heilt øðrum staði.

Oyggjaleikirnir í 2027 seta eina fasta arbeiðsfreist. Tað merkir ikki, at myndugleikaviðgerð skal skundast framvið. Tað merkir, at tíðarætlanin er ein verulig fortreyt fyri verkætlanini.

MÁLIÐ EIGUR AT AVGERAST ÚT FRÁ HEILDARMYNDINI

SST ynskir ikki, at fjallasúkklubreytin verður eitt stríð millum súkklarar og reiðfólk ella millum einstaklingar.

Tað eru fleiri ymiskir brúkarar við Vesturvarða í dag, og málið eigur at vera at fáa eina loysn, har ymisk virksemi kunnu fara fram so trygt og væl skipað sum gjørligt, samstundis sum neyðug náttúruatlit verða tikin.

Vit heita tí á almenning, fjølmiðlar og politikkarar um at meta um verkætlanina út frá endaligu og tillagaðu linjuføringini, kommunalu gerðabókunum, fundarfrágreiðingunum, politisku samtyktunum, kortunum og skjølunum frá friðingarmyndugleikunum.

Ynskir tú undirliggjandi dokumentatión ella nærri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við SST á [email protected].

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder