Ítróttur

Fley vann báðar stórseypadystirnar

Fleyr byrjaði flogbóltsárið við at vinna bæði stórsteypadystin fyri kvinnur og fyri menn.

2023-09-24 23:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Kvinnurnar hjá Fleyr løgdu fyri ímóti greiðuvinnarunum frá SÍ. Her vóru kvinnurnar úr Havn greitt við yvirlutan ímóti einum rættuliga ungum og skerdum SÍ liðið. Frágongdin hjá SÍ hevur verið stór og nýggi brasilski venjarin hjá SÍ, Cristiano Rodrigues Campos, hevur eina munandi uppgávu fyri framman.

Dysturin endaði 3-0 til Fleyr við settmununum 25-14, 25-9 og 25-16.

Hjá monnunum var tað helst nakað óvæntað eisini Fleyr, sum vann. Fleyr hevur haft nakað av frágongd síðani síðsta ár, men á vøllinum í dag vóru báðir argentinsku venjararnir hjá felagnum, Gabriel Aramayo og Esteban Martinez.
Mjølnir hevur eisini haft frágongd, men fær í komandi viku munandi styrk av Mateusz Pazgan og Bartłomiej Grzegorzewski, sum báðir koma úr Pólandi. Spennandi verður at fylgja Mjølnir liðnum, eftir at nýggju leikararnir eru komnir.

Dysturin endaði 3-0 til Fleyr við settmununum 26-24, 25-13 og 25-21.

Øll inntøkan frá dystunum fer til Títt Rúm hjá Bláa Krossi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder