2025-01-12 09:15  
 
 Fleyr heldur fast í finaluplássinum eftir sigur á TB, men tað var ikki uttan svørðsslag, tí í øllum fýra settunum var TB frammanfyri seint í settunum, men megnaði tó bara einaferð at koma upp á 25.
Tað var eisini Fleyr, sum sveiggjaði dirigentstavin fyrstu løtuna og legði seg á odda 10-5 í fyrsta setti, men TB kom afturíaftur og javnaði til 13-13 og fór framum 15-14 og 18-17. Við fýra bóltum á rað tók Fleyr tó leiðsluna aftur og tryggjaði sær settið 25-20.
TB fekk framúr byrjan upp á annað sett og legði seg á odda 7-2 og 11-6, áðrenn Fleyr javnaði til 14-14 og fór framum 20-16. TB menti seg tó aftur og fór framum 22-21, men Fleyr svaraði aftur við trimum stigum á rað og vann settið 25-23.
í triðja setti gekk leingi javnt á, men eftir at hava verið á odda 19-16, misti TB stevið eina løtu, og Fleyr vann seg framum 20-19 og 21-20. TB fótaði sær tó aftur, og við fýra stigum á rað vann TB sær tríggjar settbóltar við støðuna 24-21, áðrenn settið varð vunnið 25-22.

Lítið restaði í hjá TB at vinna sær stig úr dystinum og tvinga hann út í javnbrótara, tá TB legði seg á odda 18-15 í fjórða setti, men Fleyr ernaðist aftur og javnaði til 19-19 og vann sær tveir dystarbóltar við støðuna 24-22. TB hóraði undan í fyrstu syftu og javnaði til 24-24, men Fleyr fekk nýggjan dystarbólt, sum hesa ferð varð gagnnýttur, og so vann Fleyr 26-24 og dystin 3-1.
Í dag kl. 16 verður avgerandi dystur millum Mjølnir og KÍF, um hvør teirra skal verða fyrsti avbjóðari at jagstra Fleyr á øðrumplássi, sum gevur sæti í FM-finalunum. Mjølnir er undan dystinum nr. trý, seks stig aftanfyri Fleyr, og KÍF er nr. 5, heili átta stig aftanfyri Fleyr. Øll liðini hava spælt 9 dystir, og sostatt eru seks dystir eftir í sjálvari landskappingini. Í finalunum verður spælt “best av trimum”.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr.  | Lið  | Dystir  | Settmunur  | Stig  | 
1  | SÍ  | 9  | 21  | 25  | 
2  | Fleyr  | 9  | 9  | 19  | 
3  | Mjølnir  | 9  | 2  | 13  | 
4  | TB  | 9  | -1  | 13  | 
5  | KÍF  | 9  | -5  | 11  | 
6  | Dráttur  | 9  | -26  | 0  | 
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald