Ítróttur

Flogbóltsfelagið Dráttur

Í dag byrja flogbørn aftur at venja í Høllini á Giljanesi.

2023-09-06 13:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Mikudagin 6. september byrja flogbørn aftur at venja í høllini á Giljanesi:-). Flogbørn 0 venja kl. 17 í fimleikarhøllini (børn undir skúlaaldur). Flogbørn 1 (1. og 2. flokkur), flogbørn 2 & 3 (3.-4. flokkur) og G12 venja kl. 17 í ítróttarhøllini. G14/G16 venja kl. 15:15 og Meistaradeildin venur kl. 18:30
Venjing fyri dreingir (D12/D14) byrjar í næstu viku.
Hjartaliga vælkomin:-)
Tey sum ikki náddu at koma í høllina síðsta mikudag, kunnu tekna seg í vikuni hjá venjarunum. Limagjaldið fyri 2023/24 er 400kr árliga, tó í mesta lagi 600kr fyri húskið. Limagjaldið eigur at gjaldast á kto. felagsins 6460-153.925.8.
Vinningur verður burturlutaður millum teirra, id gjalda í seinasta lagi 30. september 2023.
Gott flogbóltsár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder