Ítróttur

Flogbóltur: Eydnaðist ikki at endurtaka sigurin á Georgia

Silver League, kvinnur:Georgia – Føroyar 3-0 (25-15, 25-12, 25-15)

2023-06-15 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Væl vitandi, at tað er truplari at spæla á útvølli enn á heimavølli, hevði kvinnulandsliðið í flogbólti kortini góðar vónir um at vinna á Georgia í Silvurliguni aftur hesa ferð, men eftir úrslitið í dag má bara ásannast, at mongum brestur ætlan.

Fyrstu løtuna fylgdu Føroyar so dánt við Georgia, men við 10-7 fór at dragna millum liðini, og tá so Føroyar taptu teir síðstu fimm bóltarnar á rað, gjørdist munurin óneyðuga stórur í fyrsta setti, sum Georgia vann 25-15.

Annað sett sá fyrstu løtuna út til at skula gerast javnt og spennandi, men við støðuna 4-4 vann Georgia seks bóltar á rað og legði seg á odda 10-4, og so var mótbrekkan brøtt, og langt var ímillum føroysku stigini, sum gjørdust 12 í tali.

Líka illa gekst í hond fyrstu løtuna í triðja setti, har Georgia legði seg á odda 18-7, men ein tann frægasta føroyska, løtan við fýra stigum á rað, minkaði um munin til 18-11, og ein onnur løta, við trimum stigum móti endanum, pyntaði eitt sindur upp á settúrslitið, sum gjørdist 25-15.

Nú gongur leiðin hjá føroyska kvinnulandsliðnum til Montenegro, sum verður síðsta mótstøðuliðið í hesi fyrstu Silvurliguni. Dysturin verður spældur fríggjadagin kl. 19.

Dystin á heimavølli taptu Føroyar 0-3 (9-25, 7-25, 20-25).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder