Ítróttur

HSF: Føroysku U17-kvinnurnar taptu stórt í morgun

Føroysku U17-kvinnurnar megnaðu ikki at gera nógv við sponsku kappingarfavorittarnar. Føroyar taptu greitt 38-18, eftir hálvleiksstøðuna 20-10 til Spania. Okkara eru, hóast tapið, víðari til hálvfinalurnar, sum nummar 2 í bólkinum.

2023-08-10 10:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska liðið sýntist at vísa stríðsanda frá byrjan og vóru væl við fyrstu løtuna. Verjuspælið var hampuligt og Gylta á Neystabø hevði fleiri bjargingar í føroyska málinum. Okkara vóru tó ikki nóg tolnar í álopinum at bíða eftir góða kjansinum. Okkara tordu væl at skjóta útifrá, men neyvleikin var misjavnur. Spania spældi við væl hægri leikferð og vístu tær eisini, hví tær eru ein av favorittunum til at vinna kappingina. Liðini fóru til hálvleiks við 20-10 til Spania.
Í seinna hálvleiki ráddi um at vísa góðan anda og stev hjá Føroyum. Okkara royndu seg við at spæla 7 móti 6 frá byrjan, men riggaði hetta minni væl. Innspølini til strikuna vóru ikki nóg neyv og okkara gjørdu ov nógvar tekniskar villur. Tað gingu yvir 10 minuttir áðrenn Føroyar fingu fyrsta málið í seinna hálvleiki og blivu tað bert til 8 tilsamans. Endaliga støðan gjørdist 38-17 til Spania.
Eftir dystin var strikuleikarin Marjun Jansdóttir kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum.
Føroyar skulu nú spæla hálvfinalu leygardagin kl. 16.00. Hendan verður móti vinnaranum av dystinum millum Slovenia og Litava, sum verður seinni í dag. Gularótin í kappingini er at gerast minst nummar trý, tí hetta gevur atgongumerki til U19 EM-endaspælið í 2025. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Spania:
5 min. 2-1
10 min. 2-6
15 min. 4-11
20 min. 4-16
25 min. 7-16
30 min. 10-20
35 min. 10-23
40 min. 10-25
45 min. 11-29
50 min. 13-33
55 min. 16-35
60. min. 18-38
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 5(4)
Silja Geirsdóttir Eystberg 5
Marjun Jansdóttir 3
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Agatha Djurhuus 1
Helena Magnusardóttir 1
Katrin Hansen 1
Málverjar:
Gylta á Neystabø 28%
Maria Beder 16%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder