Ítróttur

Fýra broytingar í hópinum

Håkan Ericson hevur úttikið 24 mans til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Kekkia, sum vera 12. og 15. oktober.

Håkan Ericson hevur úttikið 24 mans til landsdystirnar móti Póllandi og Kekkia, sum verða 12. og 15. oktober - Mynd: Hans Erik Danielsen

Håkan Ericson hevur úttikið 24 mans til landsdystirnar móti Póllandi og Kekkia, sum verða 12. og 15. oktober - Mynd: Hans Erik Danielsen

2023-10-02 12:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 FSF:

Hósdagin 12. oktober klokkan 19:45 skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá Pólland vitjar á Tórsvølli, meðan seinni dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Kekkia sunnudagin 15. oktober.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson hópin til komandi uppgávur. 24 mans eru boðsendir, og av teimum eru fýra, ið ikki vóru partur av landsliðnum fyri einum mánað síðan, tá Føroyar møttu Póllandi á útivølli og Moldova heima.

Talan er um Bjarta Vitalis Mørk, ið avloysir Teitur Matras Gestsson, ið er skaddur, meðan hinir tríggir eru Bartal Wardum, Petur Knudsen og Hanus Sørensen.

Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Pólland fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í løtuni eru umleið 2.500 atgongumerki seld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder