Ítróttur

Gakk og renn stuðulstiltak fyri Beranum

Í samband við landsinnsavningina hjá hjálparfelagsskapinum Beranum sunnudagin 5. mars 2023, fara vit í Ítróttarfelagnum Frælsi at skipa fyri ”gakk og renn” stuðulstiltaki leygardagin 18. februar 2023 kl. 13.00 í Sørvági.

2023-02-16 22:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Vit byrja við einum uppleggi frá Beinir Bergsson um Beran. Hetta verður í kirkjuhúsinum í Sørvági.
Teinarnir gingið og/ella runnið verður, er skipað í 3, 5 og 10 km. Runnið ella gingið verður frá kirkjuni í Sørvági og út eftir Bíggjarvegnum.
Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til Beran.
Møguligt er hjá fyritøkum og einstaklingum at stuðla tiltakinum á staðnum, við reiðum peningi ella at gjalda við kort.
Í sjónvarpsendingini sunnudagin 5. mars 2023 verður stuðulin, sum Frælsi hevur savnað, handaður. Fyritøkur sum stuðla, verða nevndar í sendingini.
Aftaná tiltakið bjóða vit kaffi, te, vatn og frukt.
Vónandi møta vit fjølment leygardagin 18. februar kl. 13.00 uttanfyri kirkjuhúsið í Sørvági, at stuðla Beranum.


Ítróttarfelagið Frælsi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder