Bosnisku áskoðararnir løgdu hart frá byrjan við at “buha” føroyska spælið, og tað gjørdu teir so at siga allan dystin. Tað vóru tó okkara, sum fingu betru byrjanina. Okkara stýrdu leikferðini og spældu 7 móti 6 frá byrjan. Óli Mittún var vandamikil og Føroyar vóru omaná størsta partin av hálvleikinum. Nakrar villur og nakrir brendir kjansir vóru um miðjan hálvleik, men verjan stóð tó væl allatíð. Vandamikla strikan var væl pakkað inn, og Pauli Jacobsen stóð sum ein múrur í málinum og tók heilt pippið frá bosnisku skjúttunum. Pauli hevði heili 12 bjarginar og heili 55 í bjargingarprosentið í fyrra hálvleiki.
Verjan og Pauli Jacobsen hildu áfram fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og komu Føroyar fram um 15-11. Okkara fingu tó ikki rist bosnarar av, tí enn vóru ov nógvar villur og brend skot. Dómararnir høvdu lagt eina linju, har teir ikki góvu bílíg fríkøst og var hetta galdandi í báðum endum. Hetta var tó tíðum ørkymlandi hjá okkara í mann móti mann spælinum. Brendu skotini og villurnar gjørdi at Bosnia náddi at koma fram um við einum málið 10 minuttir fyri leiklok. Okkara svaraðu tó aftur seinastu løtuna og vunnu Føroyar fram um 24-22 við leiklok.
Eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum millum londini, sum verður leygardagin kl. 19.00 Við Tjarnir. Atgongumerki eru at fáa á heimasíðuni tjarnir.fo, tó eru bert standipláss eftir. Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar kemur til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi.
Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11 (4)
Vilhelm Poulsen 5
Leivur Mortensen 2
Óli Mittún 2
Bjarni í Selvindi 1
Rói á Skipagøtu 1
Pauli Mittún 1
Teis Horn Rasmussen 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen 60 min., 18 bjargingar, 45%
Dystargongdin Bosnia Hersigovina – Føroyar:
5 min: 2-4
10 min: 3-5
15 min: 5-6
20 min: 7-7
25 min: 10-10
30 min: 10-12
35 min: 11-15
40 min: 13-16
45 min: 17-16
50 min: 19-18
55 min: 20-21
60 min: 22-24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald