Ítróttur

Håkan var á Dungasandi

Landsliðsvenjarin Håkan Ericson var í gjár staddur á Dungasandi tá ið 07 Vestur og TB spældu venjingardyst.

2024-03-03 22:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gamlaárskvøld kunngjørdi TB, at 31-ára gamli profilurin Gilli Rólantsson Sørensen vendi heim aftur til felagið.

Fleiri væntaðu tá, at tað helst fer at ávirkað hansara landsliðsleið. Håkan Ericson segði í samband við Klæmint Andrasson Olsen og at NSÍ var flutt niður, at man ikki kundi spæla fast í næstbestu deildini og samstundis spæla á føroyska landsliðnum. 

Tá ið 07 Vestur og TB í gjár spældu venjingardyst á Dungasandi var Håkan Ericson til staðar. Vit vita ikki hvat Håkan gjørdi á Dungasandi, men helst hevur hann verið og hugt eftir Gilla Rólantsson Sørensen, sum hevur leikt 66 landsdystir fyri føroyska landsliðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder