Ítróttur

Hjartaliga tillukku við FM

Tað kann ikki verða annað enn ein heilsan á FB nú eg eri staddur uttanlanda og tíverri ikki kann feira fyrsta FM felagsins við tykkum í kvøld.

2023-10-02 22:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eg eri so sera fegin um at tað vórðu tit, árgangirnir 2003-2007, ið eydnaðust at vinna fyrsta FM fyri 07 Vestur. Onkuntíð áður hava nakrir tykkara verið nær við, men 2023 skuldi gerast árið har tað eydnaðist.
Eg havi fylgt tykkum síðani tit vóru smáir, og tit hava í øll ár verið ímyndin av hvussu ein felagsskapur sum okkara eigur at virka. Samanhald, gleði, vilji, íðni og ikki minst fevnandi eru nøkur av orðunum, ið lýsa tykkum.
Ongantíð havi eg hoyrt eitt øvugt orð um, at hesin ella hasin ikki hava verið góðir nokk, men heldur hinvegin, so hava tit altíð stuðla hvørjum øðrum í at gerast betri fótbóltsspælarar. Og tað er, meir enn nakað annað, hesir eginleikarnir, ið nú hava skaffað okkum okkara fyrsta FM gull.
Eitt U21 lið er vanliga samansett av leikarum frá fleiri øðrum liðum, s.s. báðum vaksnamannaliðunum og U17. Soleiðis hevur tað eisini verið í ár, har liðið hevur verið mannað av yvir 30 leikarum, um eg telji rætt. Tit eiga allir ein líka stóran lut í hesum fyrsta føroyameistaraskapi felagsins.
Ein stór tøkk til okkara dugnaligu venjarar, Abraham, Símun, Óla og Arnar. Tað hevur verið ein fragd at eygleitt tykkara venjingar, og tit hava veruliga fangað henda stóra bólk av dreingjum við tykkara eldhuga og dugnaskapi.
Tit hava fingið hendan stóra bólk at stórtrívast undir tykkara leiðslu, og eg haldi at vit kunnu siga at tit hava “knekkað koduna”, fyri hvussu hesir, vanliga truplu árgangir, skulu leiðast.
Ein serlig tøkk til Abraham Løkin, ið síðani hann kom vestur, ótroyttiliga hevur roynt at fingið okkum at hugsa sum fótbóltspælarar og ikki minst vinnarar. Ikki hevur tað altíð verið lætt, men felagið er broytt nógv undir tínari leiðslu og nú fingu vit løn fyri stríði.
Til tykkum foreldur er bert at siga at tit eiga nakrar heilt óalmindiliga fittar og hugagóðar dreingir. Góðir fótbóltsspælarar, ja, men tað er sum nevnt teirra menninskjaligu eginleikar, sum ger okkum so errin um hvussu teir umboða okkara felag.
Uttan stuðlar bar onki til. Ein stór tøkk til okkara høvuðsstuðlar, Hiddenfjord, Sandavágs Timburhandil og Vestmek, ið ár aftaná ár stuðla okkum í at menna ungdómin í Vágum. Vit vóna at vit kunnu geva nakað aftur til tykkum og vinnulívið í Vágum, við at læra ungdómin at vilji, nærlagni og áhaldni skapa úrslit, eisini í vinnulívinum.
Hettar verður ikki tað seinasta FM hjá 07 Vestur, men uttan mun til hvat framtíðin hevur við sær, so koma tit altíð at standa sum fyrstu FM vinnarar hjá felagnum. Og tað er nakað serligt!
Hjartaliga tillukku
Jón Nordendal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder