2026-04-01 08:15
TSF: Hans Kristian vann í fjórðaumfari týsdagin at síggja til ógvuliga sannførandi á Petur G. Magnussen við svørtum í fronsku byrjanini. Petur kom tíðliga í so tronga støðu, at einki gjørdist. Onkur undraðist kanska, at Petur var so bráður at leggja kongin, men teldan roknaði stóran fyrimun fyri Hans Kristian í støðuni.
Høgni vann á Jón í Horni Nielsen í eyðkendum lagi. Trygt og sannførandi trýstir hann mótstøðumenninar niður. Teir byrjaðu seinni enn hinir, og vóru ikki lidnir fyrr enn stutt fyri midnátt.
Luitjen Akselsson Apol tapti á øðrum sinni, og hevur nú helst mist allar FM-møguleikar. Elias Petersen vann á Luitjeni, og vann so ruddiliga eisini.
Sama kann sigast um Flóvin Matras Tummsarson, sum gav Martini Poulsen fjórða nullið á rað.
Landsliðsbólkurin
4. umfar (31. mars kl. 17.00)
Jón í Horni Nielsen - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Petur Gardar Magnussen - Hans Kristian Simonsen 0 - 1
Elias Petersen - Luitjen Akselsson Apol 1 - 0
Flóvin Matras Tummsarson - Martin Poulsen 1 - 0
Landsliðsbólkurin - støðan
1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4 stig
1-2. Hans Kristian Simonsen, KT 4
3-4. Luitjen Akselsson Apol, HT 2
3-4. Elias Petersen, HT 2
5-6. Jón í Horni Nielsen, ST 1½
5-6. Flóvin M. Tummasarson, HT 1½
7. Petur G. Magnussen, HT 1
8. Martin Poulsen, HT 0
5. umfar (1. apríl kl. 17:00)
Hans Kristian Simonsen - Flóvin Matras Tummasarson
Høgni Egilstoft Nielsen - Petur Gardar Magnussen
Luitjen Akselsson Apol - Jón í Horni Nielsen
Martin Poulsen - Elias Petersen
6. umfar (2. apríl/skírisdagur kl. 14:00)
Hans Kristian Simonsen - Høgni Egilstoft Nielsen
Petur Gardar Magnussen - Luitjen Akselsson Apol
Jón í Horni Nielsen - Martin Poulsen
Flóvin Matras Tummasarson - Elias Petersen
7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur kl. 14:00)
Høgni Egilstoft Nielsen - Flóvin Matras Tummasarson
Luitjen Akselsson Apol - Hans Kristian Simonsen
Elias Petersen - Jón í Horni Nielsen
Martin Poulsen - Petur Gardar Magnussen
Hinir bólkarnir
Støðan broyttist lítið í hinum bólkunum í gjár. Í 1. bólki hevur Rókur Davidsen framvegis fult stigatal.
1. Rókur Davidsen, KTF 4 stig
2. Markus Jacobsen, KT 3½
3-4. Margar Berg, HT 2
3-4. Sigurð B. Justinussen
8 telvarar í alt.
Í almenna bólkinum stendur nú á jøvnum millum Boga á Kósini og Inga Højsted.
1-2. Bogi á Kósini, KTF 3½ stig
1-3. Ingi Højsted, KT 3½
3. Karl M.Dahl, KT 3
14 telvarar í alt.
Og í unglingabólkinum er níggju ára gamli Andrew Xin framvegis einsamallur á odda.
1. Andrew Xin, HT stig 3½ stig
2. Djóni Jakobsen, HT 3
3. Sámal I. Nesá, HT 2½
9 telvarar í alt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald