Ítróttur

HSF:  Intersport Night Cup 2022 í Vestmanna

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

2022-09-21 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Byrjað verður hósmorgunin 13. oktober uml. kl. 10:00 og kappingin endar fríggjakvøldið 14. oktober. Kappast verður soleiðis: Gentur 10 byrja, síðani dreingir 10, gentur 12, dreingir 12, gentur 14 og dreingir 14. Tað vil siga at, kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar verða avgreiddar so hvørt. Vinnandi liðini av kappingini (í hvørjum aldursbólki) fáa steyp og heiðursmerki.

Tilmelding:

• Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 10. oktober 2022. Minnist til at upplýsa talið av leikarum og venjarum.

Um spurningar eru kann ringjast til Bjørg Patursson tlf. 219099 ella Eyð Hansen tlf. 216004.

• Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 200,- Við í prísinum er m.a. Ein lekkur Night Cup blusa, toast, frukt og vatn, sum leikararnir fáa meðan kappingin er.

Møguleiki verður eisini at keypa døgurða bæði á middegi og um kvøldið. Harumframt verður kaffisøla við ymiskum góðum afturvið.
• Luttøkugjaldið skal rindast, við at flyta eina upphædd fyri hvørt liðið á kontonr. 6460 – 154.208.9 ella gjaldast av venjara í høllini, áðrenn kappingin byrjar. Gjaldast kann við gjaldskorti. • Leikarar og venjarar mugu sjálvi skipa fyri flutningi til og frá Vestmanna.

Tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum feløg, og ikki minst skapa tey samanhald millum spælararnar á liðnum, sum er ein fyritreyt fyri góðum hondbóltsspæli og góðum úrslitum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder