Ítróttur

HSF: STÓRUR HONDBÓLTSDAGUR

-

2023-08-10 06:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag, hósdagin, er tvífaldur dystardagur. Kl. 8.15 spæla U17 kvinnurnar seinasta dystin í bólkaspælinum í EHF Championship kappingini. Dysturin er móti Spania. Bæði liðini eru longu komin víðari, men kemur dysturin at avgera, hvør kemur at møta Slovenia og Litava í hálvfinalunum.

Kl. 12.00 skulu U19 mennirnir spæla HM-fjórðingsfinalu ímóti Egyptalandi. Dysturin verður vístur á trappuni í Vágsbotni og stroymir KVF eisini dystin á teirra heimasíðu. Vinnarin av dystnum skal møta vinnaranum av fjórðingsfinaluni Danmark - Portugal.

U17 EHF Championship
10. august kl. 8.15, føroysk tíð
Baku Sport Hall, Baku
Azerbaijan Handball Federation

U19HM-endaspælið
10. august kl. 12.00, føroysk tíð
Arena Varazdin, Varazdin
kvf.fo
Croatia 2023/Kolektiff images

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder