2026-08-24 21:37
Í desember 2024 doyði pápi mín.
Mamma og pápi mín búðu saman, og bæði vóru álvarsliga sálarliga sjúk. Mamma hevur í nógv ár livað sera avbyrgd og hevur tørv á hjálp til heilt vanlig viðurskifti í gerandisdegnum. Meðan pápi livdi, tók hann sær av nógvum av tí praktiska. Tá hann doyði, stóð mamma eftir.
Og ábyrgdin kendist ikki sum nakað, familjan spakuliga tók yvir. Hon var har frá fyrsta degi.
Eingin kom til okkara og spurdi: Hvussu skal mamma tykkara klára seg nú? Hvat hevur hon tørv á? Hvør skal fylgja henni upp?
Tað vóru vit, sum máttu taka fyrsta stigið.
Ein støða, sum longu var sjónlig
Mamma var ikki fullkomiliga ósjónlig fyri skipanini frammanundan.
Fólk úr psykiatriini komu regluliga í heimið í sambandi við sjúkuna hjá pápa mínum. Tá tey komu, tók mamma seg ofta burtur og goymdi seg inni í einum kamari.
Tá pápi mín í desember 2024 varð heintaður heima og fluttur á sjúkrahús, har hann doyði nakrar dagar seinni, segði ein av portørunum við okkum, at hann fór at boða frá støðuni. Eftir hansara meting var tað týðiligt, at tey ikki megnaðu at taka sær av sær sjálvum, og at umstøðurnar vóru óvirðiligar.
Vit hava ongantíð hoyrt nakað aftur um ta fráboðanina.
Eg veit ikki, hvat hendi við henni, ella um hon førdi til nakra viðgerð. Og endamálið við hesum er heldur ikki at leggja ábyrgdina á eitt ávíst starvsfólk ella ein ávísan stovn.
Men veruleikin hjá okkum er, at eingin kom til okkara av sínum eintingum við spurninginum um, hvat nú skuldi henda við mammu.
Síðani hava tað verið vit, sum hava tikið stigini.
Og tað fær meg at spyrja:
Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað?
Tá eitt nei steðgar hjálpini.
Eg havi verið í sambandi við bæði kommununa og Almannaverkið, og tey hava eisini verið í sambandi sínámillum.
Men mitt í øllum hesum stendur sjálvsavgerðarrætturin.
Hann er grundleggjandi og skal verjast. Ein vaksin borgari skal hava rætt til at ráða yvir sínum egna lívi – eisini rættin til at siga nei til hjálp.
Men hvat gera vit, tá eitt menniskja hevur stóran hjálpartørv, men samstundis ikki megnar at taka ímóti hjálpini?
Í okkara føri kann mamma siga nei, tá hjálp verður boðin. Og tá kann niðurstøðan skjótt gerast: Hon hevur sjálvsavgerðarrætt. Hon hevur sagt nei. Meira kann ikki gerast.
Men tørvurin hvørvur ikki við einum nei.
Og eitt nei merkir ikki altíð:
„Eg havi ikki tørv á hjálp.“
Tað kann eisini merkja:
„Eg stóli ikki upp á teg.“
„Eg eri bangin.“
„Eg orki ikki.“
„Eg eri ikki klár enn.“
Fyri eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og hevur lítið álit á øðrum, kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga stórt stig.
Sjálvandi skal svarið ikki vera tvingsil.
Men tað má finnast okkurt millum tvingsil og onga hjálp.
Tá familjan er trygdarskipanin
Í okkara føri gjørdist familjan ikki trygdarskipanin, tí ein almenn hjálp steðgaði.
Familjan var trygdarskipanin frá byrjan.
Tað vóru vit, sum sóu tørvin, tóku samband við myndugleikarnar og royndu at fáa hjálp.
Men vit eru børnini hjá mammu. Vit eru ikki sosialráðgevarar, psykiatrisk starvsfólk ella ein almenn tænasta.
Aftanfyri hetta liggur eisini ein familjusøga við umsorganarsvíki, ótryggleika og alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum.
Tað er ein tung og sera einslig støða at standa í.
Og tá eg sjálv kann kenna meg so einsamalla í hesum, kann eg bara ímynda mær, hvussu einsligt tað man vera hjá mammu.
Tí mitt í øllum kjakinum um ábyrgd, lóggávu og sjálvsavgerð stendur eitt menniskja. Eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og sum ikki megnar at taka ímóti hjálpini, soleiðis sum hon verður boðin.
Hvør eigur heildina?
Tað eru fleiri partar av skipanini, sum kenna ella hava kent til støðuna. Læknar, psykiatriin, kommunan og Almannaverkið kunnu hvør síggja sín part.
Tað merkir ikki, at einstøk starvsfólk ikki vilja hjálpa. Tey kunnu øll gera tað, sum liggur innan fyri teirra ábyrgdarøki og heimildir.
Men kortini kann úrslitið vera, at nógv kenna støðuna, meðan eingin eigur heildina.
Og hvør hevur so ábyrgd av tí, sum liggur ímillum skipanirnar?
Hvør hevur ábyrgd av at varðveita sambandið við borgaran, tá fyrsta royndin at hjálpa endar við einum nei?
Kundi ein persónur havt ábyrgd av júst tí?
Ein, sum ikki gavst eftir fyrsta nei. Ein, sum fekk tíð til at koma aftur. Ein, sum ikki byrjaði við krøvum um alt tað, sum skuldi broytast, men fyrst royndi at byggja samband og álit.
Fyrst samband. Síðani álit. Og kanska, við tíðini, eitt ja til hjálp.
Hetta snýr seg ikki um at taka sjálvsavgerðarrættin frá einum vaksnum menniskja.
Tvørturímóti snýr tað seg um at skapa fortreytirnar fyri, at viðkomandi sjálvur kann koma hartil, at hann megnar at taka ímóti hjálp.
Tað má finnast okkurt ímillum.
Eg havi ikki eina lidna loysn upp á hendan trupulleikan.
Men eg haldi, at vit eiga at tora at spyrja, um okkara vælferðarskipan hevur eitt nøktandi svar til tey menniskju, sum hava stóran hjálpartørv, men ikki megna at taka ímóti hjálpini á tann hátt, hon verður boðin í dag.
Ein vælferðarskipan eigur ikki bara at rigga fyri tann, sum megnar at finna røttu hurðina, biðja um røttu hjálpina og taka ímóti henni.
Hon má eisini megna at røkka tí, sum ikki megnar tað.
Sjálvsavgerðarrætturin skal verjast. Men eitt nei til eina ávísa hjálp eigur ikki automatiskt at merkja, at vit gevast at royna at fáa samband.
Sjálvsavgerðarrætturin eigur at broyta, hvussu vit hjálpa – ikki um vit royna at hjálpa.
Tí spurningurin, sum eg sitið eftir við, er í grundini einfaldur:
Hvat ger okkara vælferðarsamfelag, tá tann, sum hevur stóran hjálpartørv, ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið ella taka ímóti henni?
Katrin Zachariassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald