Vinna

Dánial: Bara snellubátar eiga at sleppa á Bankan í mai, juni og juli

Ein góð loysn fyri at fingið nógv meira burturúr Føroya Banka er at bara snellubátar sleppa á Bankan í mai, juni og juli.

2026-06-03 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er vælkent, og tað havi eg mangan roynt sjálvur, at tað er ikki sami fiskur sum man far við snellu, sum tann rakfiskurin, sum leggur eftir línuni av hungrið.

Men tað er vónleyst at fara við snellu tá alt er avtakla við línu, tí tað riggar ikki serliga væl at lína og snella er í sama økið.

So vónandi verður fiskiskapurin lagdur betur til rættis komandi ár.

Dánial A. Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder