Lýsing

Kunngerð: Broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 25 og 150a í Sandavági

-

2025-05-21 13:02 Author image
-
placeholder

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 5. mai 2025 samtykti at gera broyting í byggisamtyktini fyri matr. nr. 25 og 150a í Sandavági.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í byggisamtykt fyri matr.nr. 25 og 150a í Sandavági, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum 21.mai 2025 til mikudagin 11. juni 2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. juli 2025.

Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder