Ítróttur

Ken Fagerberg verður aftur at síggja í 07 Vestur

07 Vestur hevur havt aðalfund í kvøld. Á skránni var formansfrágreiðing, val av nevndarlimum og ymiskt. Eingi innkomin mál vóru.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2023-11-20 22:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Formansfrágreiðingin var serstakliga hugalig, eftir at besta mansliðið setti stigamet í ár og U21 mennir blivu fyrstu føroyameistarar felagsins.
Felagið er í støðugari menning, og arbeitt verður við at menna venjingarkarmar og annars karmarnar rundan um vøllin. Útbygging av Dungasangi er farin í gongd, har góðar umstøður verða gjørdar til miðlar og áskoðarar. Væntandi verður vøllurin eisini skiftur um ikki alt ov langa tíð.
07 Vestur vil gjarna brúka orku uppá at menna egnar leikarar. Tí hevur felagið avgjørt at seta ein ungdómsvenjara í starv afturat. Talan er um ein gamlan kenning, Ken Fagerberg. Ken hevur áður spælt á besta liðnum hjá 07 Vestur. Eftir nøkur ár í útlegd á Tvøroyri kemur hann vestur aftur at menna okkara ungdóm.
Stórur áhugi er at verða venjari hjá besta mansliðnum hjá 07 vestur. Arbeiðið at finna rætta venjaran er ikki komið á mál enn. Nevndin vil brúka tíðina sum skal til at finna venjaran, sum hóskar til felagið og ætlanir tess. Áðrenn venjarin er komin uppá pláss, verður ikki avgerð tikin um, hvørjir spælarar skulu koma at styrkja liðið. Samband er tó við fleiri spennandi spælarar, sum kunnu koma uppá tal, og onkur avtala er næstan komin undir land.
Formaðurin nevndi eisini samstarvið, ið er farið í gongd við MB um kvinnufótbóltin í oynni. Leikaragrundarlagið hjá kvinnum er ikki eins stórt og hjá monnum. Tí er tað eitt kærkomið samstarv, sum heilt vist fer at menna kvinnufótbóltin í oynni.
Rannvá Gásdal og Jens Kristian Haraldsen stóu fyri valið til nevnd felagsins. Tey vóru bæði afturvald.
Eftir fundin bleiv nevndin skipað. Formaður er Jón Nordendal, næstformaður er Jens Kristian Haraldsen, kassameistari er Jóna Jacobsen, skrivari er Rannvá Gásdal og Ingi Joensen er nevndarlimur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder