Ítróttur

KÍ klárar at spælu upp ímóti teimum bestu

Tað var í 111. minutti at Molde fekk sigursmálið móti KÍ.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-08-15 20:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Allir klaksvíksingar kunnu halda høvdið høgt, teir eiga í løtuni tað liðið, sum skarar framúr í føroyskum fótbólti - hóast tað ikki bar á mál í kvøld, so er úrslitið heiðurligt.

Molde legði sera hart út í fyrra hálvleiki, teir komu á odda 1-0 í 17. minutti og so var samlaða støðan 2-2.

Í seinna hálvleiki spældi Kí fult upp ímóti Molde, teir kundu um hepni var við teimum vunnið seinna hálvleik, men einki mál kom, tí skuldi longd leiktíð til 2x15 minuttir og tá íð 111 minuttir vóru leiktir tá skoraði Molde, so samlaða støðaan bleiv 3-2 til Moldi.

Tað gjørdist eisini úrslitið av dystinum - Molde er tí víðari í kappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder