Ítróttur

KÍ megnaði aftur at geva mótstøðuliðinum skarpan gang

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, hóast bæði liðini høvdu góðar møguleikar, liðini fóri tí til hálvleik við støðuni 0-0

Mynd: portal.fo

Mynd: portal.fo

2023-09-21 22:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinni hálvleikur var ikki meira enn settur í gongd, tá kom eitt gott inlegg frá Árna Frederiksberg, sum Deni Pavlovic setti fótin á og 1-0 til KÍ.

Men løtu seinnni í 54.minutti javnaði Slovan Bratislava við málli, sum Vladimir Weiss gjørdi og støðan 1-1.

Í 75.minutti legði Slovan Bratislava seg á odda 2-1 viið máli frá Aleksandar Caviric.

Teir seinastu minuttirnar av dystinum kundi KÍ saktans fingi javnleik, bæði eina- tvær- og tríggjar ferðir, men tað bar ikki á mál.

Kí vísti aftur í kvøld, at knotir eru í klaksvíksingum, sera flott úrslit KÍ.


UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar: 
Í dag, hósdagin 21.09
Slovan Bratislava - KÍ 2-1 (0-0)
49' Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg) 0-1
54' Vladimir Weiss 1-1
74' Aleksandar Cavric 2-1

KÍ (4-5-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva  – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Mads Boe Mikkelsen – Sivert Gussiås

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Luc Kassi, Páll Andrasson Klettskarð og Jóhan Josephsen

Í gjár, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0

Liðið skal í gongd aftur skjótt. Næsti Conference League-dystir er á skránni 5. oktober. Tað er móti Lille á Tórsvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder