Ítróttur

Lægru liðini bitu frá sær

B36, FC Hoyvík, B68, HB og KÍ eru víðari til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum

Savnsmynd.

Savnsmynd.

2026-04-16 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Fimm dystir í fyrsta umfari í steypakappingini hjá monnum vóru á skránni mikudagin.

Í flestu dystunum vóru greiðir favorittar, men tað er neyvan ov nógv sagt, at lægru liðini av álvara bitu frá sær, sjálvt um sigrarnir – tá samanumkom – vóru greiðir.

Á Vágseiði vann B36 3-0 á FC Suðuroy, og í mjørkanum á Hoyvíksvøllinum vann FC Hoyvík 4-1 á TB.

Á Svangaskarði stóð nógv á toftamonnum, sum høvdu vitjan av MB. B68 sat á mest sum øllum, ið fyrifórst á vøllinum, men miðvingar stríddust væl, og tað var ikki fyrr enn í síðsta minutti í fyrra hálvleiki at hol kom á málskjótingina.

Men aftaná steðgin skrædnaði, og tá avtornaði vann B68 7-0, sum í fjórðingsfinaluna skal møta KÍ, sum á Djúpumýru vann 6-0 á ÍF.

Fimti dysturin var í Gundadali, har HB tók ímóti B71. Úrslitið gjørdist 2-0 til HB, sum í fjórðingsfinaluni skal møta grannunum úr B36.

Í morgin, hósdagin eru hinir tríggir dystirnir í fyrsta umfari á skránni. Við Margáir fær EB/Streymur vitjan av NSÍ, Víkingur tekur ímóti AB, og í Sørvági møtast 07 Vestur og Skála. Allir dystirnir byrja klokkan 18:30.

Dystaskrá / Løgmanssteypið 2026 (menn)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder