Ítróttur

Mjølnir er steypavinnari í gentum 14

Mjølnir - Dráttur 2-0 (25-18, 25-17)

2023-03-04 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mjølnir var rættuliga greitt omaná í dag í steypafinaluni fyri gentur 14. Mótstøðuliðið var Dráttur, og Mjølnir lat ongan iva vera um, hvat sterkara liðið í dag var.
Bæði í 1. og í 2. setti var Mjølnir omaná og vunnu tær 1. sett 25-28, og 2. sett 25-17.
Dagsins leikari hjá Mjølni varð Maria Teresa Vitalis (vinstrumegin) og dagsins leikari hjá Drátti var Marjun á Mýrini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder