Ítróttur

Myndir: 07 Vestur 2-1 AB

07 Vestur tók í gjár ímóti AB.

2023-10-01 09:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

24. umfar í Betri-deildini hjá monnum verður leikt um vikuskiftið.

Á Dungasandi í Sørvági tók 07 Vestur ímóti AB. 

07 Vestur sum endar nummar fimm á landskappingini í ár, og hevur liðið tí lítið at spæla fyri í landskappingini, men tað sást ikki aftur á liðnum. 07 Vestur byrjaði dystin væl, og hevði Oddur í Haraldstovu Petersen lagt 07 Vestur frammum bæði 1 og 2-0 tá ið hálvur tími var leiktur, sum eisini var hálvleiksstøðan.

AB stríðist fyri at yvirliva í Betri-deildini, og komu teir eisini betri við í dystin í seinna hálvleiki. Brian Jakobsen minkaði um munin til 2-1 eftir 66. min. AB legði stórt press á 07 Vestur tað ið eftir var av dystinum, men gav tað ikki úrslit fyri Argjamenn.

AB er framvegis aftast í Betri-deildini, teir hava trý stig upp til liðið á 8. plássið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder