Politikkur

Neyðugt er at betra um umstøðurnar hjá føroyskum framleiðarum

Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-045/2026 frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, um føroyska matvøruframleiðslu.

2026-09-25 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Ætlar landsstýrið, at Føroyar verða sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu?
  2. Hevur landsstýrismaðurin eina ætlan fyri at styrkja um føroyska matframleiðslu?

Svarað verður undir einum:

Landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at styrkja føroyska matframleiðslu. Endamálið er, at føroyingar í størri mun kunnu keypa føroyskt framleiddar matvørur fyri ein prís, ið kann sammetast við útlendskar vørur.

Neyðugt er at betra um umstøðurnar hjá føroyskum framleiðarum, m.a. við øktum landbúnaðarstuðli. Landbúnaðarstuðulin er tí hækkaður nakað, og skipanin er víðkað til eisini at fevna um grøði. Málið er at virka fyri, at vit skulu vera meira sjálvbjargin við teirri grøði, sum grør væl í Føroyum. Málið er harumframt at styrkja føroysku kjøtframleiðsluna, sum eisini frameftir skal vera ein týðandi partur av føroyska marknaðinum.

Viðvíkjandi veitingartrygd eru vit í Føroyum sum heild væl fyri, men tað eru eyðsæð nakrir veikleikar, um talan er um longri tíðarbil við órógvi á innflutning. Tað er tó umráðandi at leggja dent á, at hóast ávísar matvørur høvdu manglað, so hevði trot ikki verið á mati sum heild, tí í eini kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi.

Víst verður annars til svar, dagfest tann 29. juni 2026, upp á § 52a-fyrispurning frá Sámal Peturi í Grund, løgtingsmanni.

Vinnumálaráðið, 24. september 2026

Jacob Vestergaard

landsstýrismaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder