Mentan

PUTIN-PANDEMIIN - hvat hugsar maðurin?

Tá vit endiliga sluppu av við KORONA-PANDEMIINA, so fingu vit PUTIN-PANDEMIINA at sláast við!!! Vit vita ikki hvussu drúgv hendan Pandemiin verður! og vita heldur ikki hvør er vaccinan móti hesum nýggja russiska variantinum?!

2022-03-01 14:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kristiliga Tíðindatænastan: 

Hósdagin 24. februar gjøgnumførdi Putin tað, sum hann og aðrir hava sitið og bryggja seinastu nógvu árini, hóast hann fleiri ferðir hevur sagt, at Rusland hevur ikki álopsætlanir á Ukraine. Fleiri av okkum royndu at resonera, at tá hann nú fekk landslutirnar Donetsk og Luhansk at ríva seg leysar frá Ukraine, og hann harvið fekk tíðandi politiska ávirkan á økið, so fór hann at verða nøgdur fyribils. Men so var ikki! Hósdagin og allan dagin í dag hevur hann miskunnarleyst bumba ósek menniskju, og longu nú sekur í, at bæði Ukrainar og Russar hava latið lív, og túsundavís av einsamøllum mammum við smábørnum flýggja um háls og herðar í kulda og kava, og menninir og páparnir eru eftir heima at verja land, við eini tyngjandi óvissu um tey síggjast aftur – hetta fór sum ein sjokkbylgja um allan heimin; ein Putin-pandemi!


Hevur Putin nakra samvitsku?! Ella er hann sjúkur í høvdinum!? Er hann klárur yvir, at flestu av landsmonnum hansara innast inni síggja hetta sum eitt ørvitisverk!? Er hann klárur yvir, at hann hevur sent hermenn avstað at drepa sínar egnu brøður, sum kemur at plága tað russisku samvitskuna í alla framtíð?!

____________


Í apríl 1979 vitjaði eg á fyrsta sinni í Eystur-Europa. Hetta var í felag við svági mínum Símun Fuglø, sum býr í Keypmannahavn, og skotska trúboðaranum, Føroyavininum Fred Kelling, sáli. Vit tríggir fóru við bili úr Danmark, og vit vitjaðu fleiri Eystur-Europeisk komunistisk lond: Tjekkoslovakia, Pólland, Ungarn og Eystur-Týskland, har vit eisini vitjaðu Eystur-Berlin. Bilurin var á tremur við klæðum, sum vit býttu út, har vit komu. Eisini høvdu vit fitt av týskum markum við okkum, innsavnað í Føroyum, sum vit eisini býttu út eftir tørvi. 


Av tí at UKRAINE er fremst á tíðindabreddanum í dag,

vil eg í hesum sambandi skriva nøkur orð um mína uppliving í UKRAINE:

 

Á hesi ferðini vóru vit eisini í UKRAINE/Sovjetsamveldið, har vit vitjaðu  samkomur/kirkjur í býnum Lviv, sum í dag er vorðin Ambassadubýur, tí sendistovurnar eru fluttar úr høvuðsstaðnum Kiev av ótta fyri russum. UKRAINE var hæddarpunktið á ferðini hjá okkum, tí at vitja í Sovjetsamveldinum hesa tíðina, tá harðkókaði Leonid Brezhnev, komunisman og kalda kríggi var í hæddini, var sera forvitnisligt og ikki sørt spennandi.


Tvey ár frammanundan, í 1977, hevði Richard Wurmbrand vitjað í Føroyum og greitt frá, av egnum royndum, hvussu tey kristnu eru atsøkt í komunistisku londunum, m.a. í Sovjetsamveldinum; og nú hevði eg, sum eisini tulkaði boðskapin hjá Wurmbrand, høvið at síggja og uppliva hetta frá fyrstu parket – “og tað gjørdu vit!”


Vit fingu at vita, at vit ikki kundu tala Guds orð undir fríum umstøðum, men at vit kundu bera fram eina heilsan ella framføra ein sang. Tað var bert í Póllandi, at vit kundu tala Guds orð undir fríum umstøðum. Tá vit komu inn um landamarkið til Ukraine og vórðu steðgaðir og tjekkaðir av Sovjettiskum/Ukrainskum vaktarmonnum, upplivdu vit á egnum kroppi, strangleikan og avmarkingarnar, sum Sovjettiska komunistiska stýrisskipanin bjóðaði teimum vitjandi og ikki minst teirra borgarum.


Har vit høvdu vitjað í Eystur-Europa varð okkum upplýst, at tá vit komu inn í Ukraine, so fóru vit at verða undir yvirvaking. Hvussu vit ferðaðust, og hvar og hvønn vit vitjaðu, fór at verða skrásett, fingu vit at vita. Tí var tað umráðandi, at vit ikki avdúkaðu hvar og hvønn vit vitjaðu í Ukraine. Tí parkeraðu vit aldri bilin tætt við heimið ella samkomuna/kirkjuna, har vit vitjaðu, men parkeraðu soleiðis, at vit fóru til gongu eitt ávíst strekki. Eisini bóru vit so í bandi, at vit ikki gingu í beinari linju á staðið; alt hetta til tess, at møgulig yvirvaking ikki fekk sporað okkara vitjunnarmynstur – “alt hetta gjørdi sterkt inntrykk á mína sál, sum bert kendi til frælsi í eini demokratiskari stýrisskipan!”  


Í Lviv vitjaðu vit familjur og samkomur. Sunnudagin vóru vit á møti. Hetta var ein serlig uppliving. Salurin hevði umleið 400 sitipláss, men tað varð sagt okkum, at uml. 800 fólk vóru á møti, har helvtin varð standandi, meðan møti var. Møti var í tveir tímar. Vit fingu at vita, at fólk/njósnarar frá KGB vóru til staðar, og tí kundu vit ikki prædika, men vóru vælkomnir at bera fram eina heilsan ella ein sang, sum vit eisini gjørdu. Tá møti var liðugt, stóðu fleiri hundrað fólk uttanfyri og bíðaðu eftir at koma inn til næsta møti.


Vit vitjaðu eina familju, har pápin í húsinum var samkomuleiðari. Fleiri komu at heilsa upp á okkum, eisini ung fólk, tí tað var so sjálvdan, at vitjandi úr Vesturheiminum vóru á vitjan. Tey upplivdu okkara vitjan sum eina fríska staðfesting av, at vit í frælsa heiminum ikki høvdu gloymt tey, men at vit høvdu tey í hjørtum okkara.


“ÓSJÓNLIGA” SKÁPIÐ

Vit komu at tosa um bíbliur. Fingu at vita, at í Ukraine er tað bert 1 av 20, sum eigur eina bíbliu. Ein ung trúgvandi kvinna kom at heilsa upp á okkum, sum segði, at hon hevði aldri átt eina bíbliu. Maðurin í húsinum vísti okkum eitt skáp, sum var felt inn í veggin í stovuni soleiðis, at skápið sást ikki. Skápshurðin gekk fullkomiliga í eitt við veggin, og sást ikki uttan tú fekk at vita hvar hon var.


Húsfaðirin segði okkum, at hann átti nógvar andaligar bøkur, sum vóru dýrabarir skattir, tá hann skuldi granska í bíbliuni. Hann segði okkum, at bøkurnar vóru allar í skápinum, tí hann hevði ikki loyvið at hava atgongd til slíkar bøkur, og løgreglan/KGB kundi óboðin banka á dyrnar.


Tey bóðu okkum so innarliga um at hava andaligar bøkur við okkum, tá vit komu næstu ferð. Tey søgdu okkum, at bæði bíbliur og andaligar bøkur verða avritaðar við hondskrift til tess, at enn fleiri fáa atgongd til bíbliuna og kristnan lesna. Vit sóu fleiri av hesum heimagjørdu bókunum.


NÝGGJAR TÍÐIR

Tá Ukraine fekk nýggja stýrisskipan í nítiárunum, bleiv alt hetta søga, sum eg havi greitt frá her. Síðani tá hava Ukrainubúgvar, kristin sum ikki-kristin, kunna liva í politiskum og borgarligum frælsi bæði tímiliga og andaliga, har tað ikki longur var neyðugt at hava loynilig skápir av ótta fyri lokalu løgregluni. Men hvat er tað, ið Putin ætlar í Ukraine?! Vil hann fáa fólkið aftur í tað Sovjettisku spennitroyggjuna?!


Ein áheitan til alt Føroyafólk, sum eru von at biðja, og kirkjur og frísamkomur: Lat okkum standa saman í forbøn fyri støðuni í Ukraine, og ikki gloyma bíbliuorðið, sum sigur: “Hjarta kongsins er sum løkir í hond Harrans. Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil...............biðið fyri teimum, sum høgt eru sett, til tess, at fólkið kann liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum Gudsótta og siðprýði!” Orðtøkini 21,1v. og Fyrra Tim.br.2,1-2v.


Tað er gott, at kirkjurnar hava opið,

so fólk kann leita inn til eina stilla bønarløtu

fyri støðuni millum Rusland og Ukraine!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder