Mentan

Sambandið hjá Kierkegaard og Arendt til Føroyar

Søren Kierkegaard livdi frá 1813-1855. Hann reikaðist næstan bara í Keypmannahavn. Men hann er tó vitandi um hvat hendir runt um í heiminum. Serliga innan vísindi og lesnað.

2023-02-01 10:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jóhannes Miðskarð:

Kierkegaard uppfann fiktivar persónar og ígjøgnum hesar persónar skrivar hann bøkur. Tað er altso tann uppfunni persónurin sum skrivar og ikki júst totala meiningin hjá Kierkegaard.

Kierkegaard letur ein rithøvunda, sum hann kallar Vigilius Haufniensis, skriva heimskendu bókina “Begrebet Angest - En simpel psychologisk-paapegende Overveielse i Retning af det dogmatiske Problem om Arvesynden”. Hendan bókin hevur, og verður enn, serstakliga lisin gjølla av sálarfrøðingum um allan heim.

Í hesi bók verður tikið eitt dømið við Føroyum sum bakteppi: ”Geniets Betydning for sig selv er ingen, eller ligesaa tvivlsom veemodig som den Deeltagelse, med hvilken Indvaanerne paa een af Færøerne vilde glæde sig, hvis der paa denne Øe levede en indfødt Færøer, der ved Skrifter i forskjellige europæiske Sprog forbausede hele Europa, omformede Videnskaberne ved sine udødelige Fortjenester, men derimod aldrig skrev en Linie færøisk og tilsidst selv glemte at tale det.” Vigilius hevur altso boðskapin, at eitt geni er ikki eitt geni, um hann ikki klárar at flætta tað inn í sína bakgrund og sína lívssøgu. Altso hann foragtar ta reinu teoretisku vísindina.

Hannah Arendt hevur ikki skrivað nakað um Føroyar. Men í umleið 2005 visti Dimmalætting at siga, at fólk í Vágum vita um, at Hannah Arendt hevur millumlent í Føroyum.

Vegna sína jødiska bakgrund flýddi hon undir seinna heimsbardaga til USA og búsettist í New York.

Hannah Arendt ferðist ofta til Skotland seinast í 60unum og 70unum. Hon helt m.a. teir heimskendu Gifford fyrilestrarnar har. Eg havi havt samband við tann sum skrivaði innleggið í Dimmu, men hann visti ikki meira enn tað sindrið sum stóð í blaðnum. Eg hugsi at tað er allarhelst so, at hon hevur flogið frá New York til kanska Reykjavík og so allarhelst frá Reykjavík til Føroyar ávegis til Skotland. Um onkur veit meira, so skriva til Jóhannes Miðskarð á [email protected]

Sjálvt um hon búi í New York til 1978,  tá hon doyði, so vildi hon aldrin sleppa sín týska arv. Hon tosaði og skrivaði enskt, men tað var hennara heimagjørda týska-enska.

Leygardagin heldur Jóhannes Miðskarð, PhD, eitt skeið um Hannah Arendt og Søren Kierkegaard í Klaksvík. Tað er ikki meira at koma inná viðvíkjandi Føroyum, enn tað sum er greitt frá í hesi grein. Men nomið verður stutt við sambandið millum Arendt og Kierkegaard og Danmark leygardagin 4. Mars frá kl. 11,00-15,30. Sí her: https://kks.atgongumerki.fo/webshop/event/1900952/order/main

Jóhannes Miðskarð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder