Ítróttur

Sandavágs Talvfelag: Ein óvanligur dagur

Ein minni góður dagur hjá Sandavágs Talvfelag.

Savnsmynd

Savnsmynd

2024-02-25 20:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Nógvar frásagnir eru skrivaðar her á síðuni, flestu av teimum stuttligar at skriva, tí tað sum oftast gongur væl.
Hendan er ikki ein av teimum. Øll liðini hjá okkum taptu í dag. Fleiri avboð vóru á fleiri liðum og merkti hetta sjálvsagt rokeringar fyri at fáa alt at ganga upp.
ST1 tapti 2,5-1,5 móti KTF2. Hetta er helst fyrsta tapið móti øðrum mótstøðuliði enn HT1 í nógv ár. Nú eru fortreytirnar fyri at vinna FM truplari enn ynskiligt er. Ein 3,5-0,5 sigur í seinasta dystinum er eitt minsta krav.
ST2 tapti 3,5-0,5 móti HT2. So støðan í botninum er nú
KTF2 12,5
ST2 11,5
HT2 11
Eisini her er fortreytirnar at yvirliva vorðnar torførari enn neyðugt var. Seinasti dystur er móti KTF2
ST3 tapti 3-1 móti Rókur1. Hetta merkir at Rókur hevur nú 18,5 á 2.plássi og ST3 18 stig.
ST4 tapti 3,5-0,5 móti VT. ST4 er nú aftast í 3.deild við 13 stigum og VT hevur 14,5.
ST5 tapti 3-1 móti KTF4.
Øll liðini hava sostatt tapt í dag og uttan at vita tað, so er tað helst fyrstu ferð í nýggjari tíð, at ein dagur er gingin so illa.
Um tvær vikur verður alt avgjørt, men einki er liðugt fyrr enn seinasti leikurin er leiktur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder