Ítróttur

Sandoy hálvmarathon

´.

2026-05-20 11:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú nærkast til árliga  Sandoy hálvmarathon, sum verður nú leygardagin 23 mai.

Tað er ikki bara hálvmarathon sum er á skránni, møguleiki er eisini bara at renna ella ganga til Søltuvíkar sum er 10,9 km ella runt Sandsvatn sum er 6,8 km. Allir tríggir teinanir eru heilt fram úr á hvør sín hátt. Tú kemur at síggja Sandsvatn, Sandafløttin, Mølheyggjar, Sprutthol, Gróthúsvatn, Søltuvík og nógva aðra órtúliga vakra náttúru.
À túrinum eru nógvir postar við vatnið og frískari frukt. 
À málinum fáa allir luttakarir eitt sergjørt heiðursmerkið og okkurt gott ábit frá Mowi. 

Eisini verður hoppiland, undirhald frá Bubu, sangur frá Bjarka frá Hoydølum og tónleikur allan dagin frá DJ Haraldsen, hesin parturin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
B71 hevur úti café allan dagin, har baði okkurt drekkandi og etandi verður til keyps.

Ì fjørð vóru uml 300 luttakarir og eru vit í ár longu komin uppum tað talið, og vit vænta, at tað verða enn fleiri, nú veðurgudanir síggja út til at verða við okkum aftur í ár.
Eitt tiltak har øll kunnu verða við.

Tilmelding fer fram á atgongumerkid.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder