Ítróttur

Schjönberg: Eg má laga meg til veruleikan

Tú skalt fara við øðrum, sum tú sjálvur vilt verða viðfarin, og trivnaður hjá tí einstaka er ein fortreyt fyri at røkka úrslitum á vøllinum og fyri at kunna mennast sum spælari og sum lið. Tað eru tummilsreglur hjá Michael Schjönberg, venjara hjá 07 Vestur. Hann heldur, at útgangsstøðið hjá liðnum fyri restina av kappingini er gott, men leggur dent á, at tað ræður um at halda fokus, tí annars kann støðan skjótt broytast til tað verra

2022-09-11 14:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í nógv ár var Michael Schjönberg eitt stórt navn í bæði donskum og týskum fótbólti
á hægsta stigi, hann spældi á danska landsliðnum í 1990’unum, við OB í bestu donsku deildini, og hann var við til at vinna meistaraheitið í týsku Bundesliguni við FC Kaiserslautern í 1998. Bara fyri at nevna nøkur av hæddarpunktunum.

Tí veit hann eisini betur enn tey flestu, hvat krevst fyri at gera seg galdandi í topp- fótbólti, men tá hann beint eftir nýggjár kom til Sørvágs at standa odda fyri besta liðnum hjá 07 Vestur, var tað kortini als ikki fyri at duka sín egna avrikslista í høvdið
á spælarunum á vágaliðnum og teimum rundan um liðið.

Les meira í 07 Vestur blaðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder