Ítróttur

Seinasta royndin áðrenn kappingarbyrjan

Leygardagin bresta KÍ og HB saman um Lions stórsteypið hjá kvinnum. Dysturin verður á Tórsvølli og byrjar klokkan 17:00. Ágóðin frá dystinum fer til Colitis-Crohn Felagið

Leygardagin klokkan 17:00 bresta KÍ og HB saman í Lions stórsteypadystinum hjá kvinnum - Mynd: Jóhanna Thomsen

Leygardagin klokkan 17:00 bresta KÍ og HB saman í Lions stórsteypadystinum hjá kvinnum - Mynd: Jóhanna Thomsen

2026-03-12 21:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um eina stóra viku verður MeistaraDeildin hjá kvinnum sparkað í gongd. Ársins fyrsti dystur verður við Løkin í Runavík fríggjadagin 20. mars, har NSÍ tekur ímóti Skála.

Men áðrenn landskappingin fer av bakkastokki, er stórsteypadysturin hjá kvinnum á skránni, sum í ár verður ímillum KÍ, sum í fjør vann FM, og HB, ið fór avstað við steypagullinum.

Stórsteypadysturin kann geva eina ábendjing um, hvat vit kunnu vænta av liðunum komandi kappingarár. Og sambært serfrøðingunum í Fótbóltsblaðnum hjá FSF, er talan um báðar FM favorittarnar, sum bresta saman í stórsteypadystinum hjá kvinnum.

Av teimum tíggju, ið meta um, hvussu stigatalvan hjá bæði kvinnum og monnum fer at síggja út við kappingarlok, siga fimm, at KÍ endurvinnur føroyameistaraheitið hjá kvinnum, meðan hinir fimm vænta, at HB fer at troðka tær kongabláu av FM trónuni.

Eins og undanfarin ár fer ágóðin frá stórsteypadystunum til eitt vælgerandi endamál, og í ár verður penningurin latin til Colitis-Crohn Felagið.

Felagið er fyri tarmsjúk, avvarðandi og onnur. Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, samstundis sum hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so. Av tí at alt arbeiði í Colitis-Crohn Felagnum er sjálvboðið, siga tey tað koma væl við at fáa stuðulin frá stórsteypadystunum.

FSF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder