placeholder
Ítróttur

SÍ breyt sigursrøðina hjá Mjølni og er føroyameistari

Polestar-deildin, 2. FM-finalan:Mjølnir – SÍ 2-3 (25-18, 18-25, 14-25, 25-19, 7-15)

2026-03-25 21:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sjey ár hevur Mjølnir verið føroyameistari, men eftir 3-2 sigur til SÍ í Klaksvík í kvøld í aðru FM-finaluni, er SÍ aftur føroyameistari fyri fyrstu ferð síðan 2017.

SÍ var væl á veg at fáa fyrsta settið í pottin, tá ið støðan gjørdist 16-12, men við níggju bóltum á rað eftir stórspæl frá Páll Heðini í Grund og Phil Freere vendi Mjølnir dystinum og fór framum 21-16, áðrenn settið varð vunnið 25-18. 

SÍ svaraði tó aftur og vann lættliga annað og triðja sett 25-18 og 25-14, áðrenn Mjølnir aftur fekk futt í Phil og Páll Heðin og javnaði til 2-2 í settum við at vinna fjórða settið 25-19.

Í javnbrótaranum vann SÍ sær skjótt greiða leiðslu, 4-1 og 7-3, áðrenn Mjølnir minkaði um munin til 5-7 og 6-8, men síðan vann Mjølnir bara eitt stig aftrat, og við einum serviessi frá Eliasi E. Petersen, har Mjølnir-leikararnir bara stóðu og hugdu upp á hvør annan, meðan dystarbólturin spakuliga sveimaði yvir um netið og niður í gólvið hjá Mjølni, tryggjaði SÍ sær sigurin í javnbrótaranum, sum endaði 15-7 til SÍ. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder