Ítróttur

SÍF: So byrjar hondbólturin endiliga aftur

Stine Madsen skal venja tey ungu hjá SÍF.

2023-09-05 10:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Týsdagin 5. septembur eru tær fyrstu venjingarnar, og tað verður saman við nýggja venjaranum, Stinu Madsen. Hon hevur nógvar lívsroyndir við at venja børn. Hon hevur seinastu nógvu árini hevur verið leikandi venjari hjá Neistanum, og eisini vant børnini hjá Neistanum. Vit gleða okkum til eitt kappingarár við Stine, og bjóða henni hjartaliga vælkomna.

28. Septembur verður foreldrafundur hjá øllum árgangunum. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Tilmeldingardagur verður í oktobur, og fram til tá, eru øll hjartaliga vælkomin at royna hondbólt - Komið við, og verið ein partur av einum stuttligum, gevandi og mennandi felagsskapi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder