Ítróttur

Talv: Innbjóðing til VT-snar

GP-kapping verður í Vestmanna leygardagin

2023-02-22 20:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

8’inda og triðsíðsta GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í miðnámsskúlanum í Vestmanna leygardagin 25.02. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.


Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar kl. 13.00*. 9 snartalv verða telvaði.

*Dagføring: Kappingin byrjar kl. 15:00

Tíð:

Snartalv: 3 min. + 2 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 600 kr.
  3. 400 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.


Tilmelding:

Tilmelding á [email protected], í seinasta lagi fríggjakvøldið 24.02 kl. 20.00

Tilmeldingar higartil síggjar her: Tilmeldaði


Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder