Ítróttur

Talv: NM 2023 - Jón og Lutjen góða byrjan.

Eftir at fyrsti dagur, og tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum, hava Jón í Horni Nielsen og Luitjen A. Apol, á ávíkavist bólki A og bólki B, fingið góða byrjan, og hava 1½ stig hvør.

2023-02-18 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Eftir at fyrsti dagur, og tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum, hava Jón í Horni Nielsen og Luitjen A. Apol, á ávíkavist bólki A og bólki B, fingið góða byrjan, og hava 1½ stig hvør.

Jón (2034) telvaði í fyrsta umfari javnt móti hægst rataða telvaranum í kappingini, íslendska IM Vignir Vatnar Stefansson (2466), og vann í øðrum umfari á norska Erik Dingertz (2017). Luitjen (2161) telvaði remis í fyrsta umfari móti og vann í øðrum umfari á FM Hugo svenska Wernberg (2243), sum Luitjen fleiri ferðir áður hevur telvað ímóti, men ikki hevur vunnið á áður. Góð byrjan hjá teimum báðum.

Flóvin og Baldur vóru tætt við at hála ein javnleik heim seinna talvið, men báðir vóru óneyvir í endatalvinum, har teir eisini vóru pressaðir uppá tíð. Í onkrum av hinum talvunum vóru møguleikar hjá okkara telvarum at fingið munandi betri støður og møgulig stig, men tað rakk tíverri ikki.


Myndir frá 2. umfari

           

3. umfar fór í gongd kl. 09 í morgun. 

Í bólki C er føroysk uppgerð, har Brestir Samuelsen og Rókur Davidsen telva.

Fylgjast kann við her:

https://clono.no/live/tournament/?t_id=397

Myndir frá 3. umfari

            

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder