Ítróttur

Talv: Seinasta umfar verður telvað í morgin

Spenningurin í 1. deild er millum Sandavág og Havnina.

2023-03-17 20:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sandavágs Talvfelag skrivar:

Endaumfar!
So er tað í morgin, at avgerðin fellur! Seinasta umfar verður telvað kl. 10 og út á seinnapartin er greitt hvør er FM vinnari 2022/23

1.liðið hjá okkum hevur ligið á odda alt kappingarári og vunnið allar dystirnar higartil í ár. Tó er munurin niður til HT bara 2 stig, so alt kann vendast á høvdi um HT vinnur dystin 3-1. Skuldi dysturin enda 3-1 til HT, so verður umdystur millum okkum og HT um FM heiti. Fáa vit fleiri enn 1 stig, so er FM heiti tryggjað.
Júst ST og HT hava deilt FM heitini millum sín seinastu 12 árini, so bæði liðini hava roynt at staðið í hesi støðu fyrr.

Í 2.deild er uppflytingin tryggjað, men enn restar 1 stig í til at gullkrónurnar eru tryggjaðar. Í 2.deild hava ymisk lið skifts um at verið á odda, men síðan 4.umfar hava KTF og ST verið støðugari og stinnari enn hini og eru leys av hinum og einastu liðini, ið kunnu vinna deildina. Vit hava eina 3 stigs leiðslu og betur dystarstig.
Øll hini fýra liðini í deildini kunnu røkka 3.plássinum, men kunnu eisini flyta niður.

Í 3.deild er støðan tann fyri okkara viðkomandi, at við einum 3-1 sigri í seinasta umfari kann ST4 vinna sær bronsukrónurnar í beinleiðis uppgerð við toftamenn.
ST3 er í løtuni aftast, javnir við KT3, men við verri dystarstigum. Hetta merkir at ST3 má í morgin fáa eitt betur úrslit í sínum dysti enn KT3 fær í sínum. Eydnast tað, so halda vit okkum í deildini, um ikki so flyta vit niður í 4.deild.

Unglingadeildin endar mikudagin 22/3 og har hevur ST1 tryggja sær bronsukrónurnar. ST2 kann við einum góðum úrsliti røkka 4. plássinum, men kunnu eisini enda á 6.plássi.

Talvsamband Føroya fer at senda live frá talvunum í 1.deild í morgin og arbeitt verður við at fáa stroyming við viðmerkjarum til í morgin.
Leinkjan verður løgd á síðuna hjá okkum, tá tað er tøkt og kann eisini vanliga finnast á heimasíðuni hjá talvsambandinum:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder