Ítróttur

Talv: Úrslit frá TT-BARNA OPEN

TT BarnaOpen varð telvað sunnudagin í hølum Tofta Talvfelags

2023-02-14 14:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Barnatelving er av álvara við at koma seg aftur, eftir dvaluna undir koronutíðini. TT BarnaOpen varð telvað sunnudagin í hølum Tofta Talvfelags, og luttóku heili 52 børn! Hettar er ein stórur vøkstur, í mun til kappingarnar sum hava verið bæði fyrr í hesum og tey seinastu kappingarárini.

Hettar var ein rokaligur og stuttligur dagur við glaðum og sera spentum børnum, og við stoltum foreldrum sum eygleiddu frá loftinum og á síðulinjuni. Telvað vóru 7 umfør við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik, og í 2 aldursbólkum: skúlabørn í 4. flokki og yngri og í 5. flokki og eldri.


Í yngra bólkinum vóru 34 luttakarir. Har gjørdist Baldur greiður vinnari, við fullum stigatali, og nummar 2 og 3 gjørdist sytkini bæði, ávikavíst Andrew og Lisa Xin. Tó var onki avgjørt aðrenn síðsta umfarið, tí beint aftanfyri Lisu vóru tað fleiri telvarir bara við 0,5 ella 1 stigi minni. Eisini var stuttligt at síggja, at ongin í bólkinum fór heim uttan stig, Sí stigatalvuna niðanfyri. 

Sí fleiri detaljur frá kappingini her.


Í eldra bólkinum vóru 18 luttakarir, og var ei heldur her nakað avgjørt áðrenn síðsta umfarið. Har vann Elian kappingina við 6 út av 7 møguligum stigum, og beint í hølinum gjørdist Pætur Andreasen nummar 2, við 5,5 stigum, og Pætur Sundsskarð nummar 3, við 5 stigum.

Sí fleiri detaljur frá kappingini her.


Talvsamband Føroya vil takka Tofta Talvfelag fyri at hava verið so frálíkir vertir, og takka øllum teimum sum hjálptu til við tiltakinum. Eisini eina tøkk til Súna í Hjøllum, Borgarstjóran, sum hátíðarhelt medaljuhandanina saman við okkum.

Næsta barnatalvkapping verður fyrsta vikuskiftið í mars (sí talvkalendaran her), og innbjóðing til hesa verður at síggja á heimasíðuni í nærmastu framtíð. 


Sí fleiri myndir frá telvingini HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder