Ítróttur

Talv: Úrslit og myndir frá NM úttøku

Telvað var á Giljanesi.

2022-11-21 12:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

35 børn luttóku í vikuskiftinum í fyrru úttøkukappingini til NM 2023. Tey telvaðu í 5 ymiskum aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Tey kappaðust um at vera í topp 8 í hvørjum bólki, sum sleppa í eini finalu at telva um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung. 2 í hvørjum aldursbólki sleppa avstað, og í 2023 verður kappingin í Norra.

Í elsta bólkinum (A) luttóku 3 telvarir. Jón, Flóvin og Pætur. Av tí at teir bara vóru 3 eru allir automatiskt kvalifiseraðir til finalu-umfarið, uttan so at fleiri enn 8 møta upp til aðru undankapping, sum verður í Klaksvík komandi vikuskifti.

Hesir telvaðu dupultumfør, og varð úrslitið soleiðis:
1. Jón 3 stig
2. Flóvin 3 stig
3. Pætur 0 stig

Jón og Flóvin, sum endaðu á deildum fyrsta plássi samdust um at avgerða støðuna við stein, saks og pappír, og gjørdist tá Jón tann hepni, sum slapp at fáa gull medaljuna við sær heim.

Í B bólkinum (U16) vóru 7 luttakarar, og telvaðu tá allir ímóti øllum. Úrslitið sást á tabellini niðanfyri, og vóru tað Luitjen, Elias og Markus sum endaðu í toppinum sum ávíkavist nummar 1, 2 og 3.

Síðani vóru tað eisini 7 luttakarir við í C bólkin (U14). Teir telvaðu eisini 7 umfør, allir ímóti øllum. Har var tað Rókur sum var stinnastur, og vann kappingina, ímeðan Brestir gjørdist nummar 2 og Petur nummar 3.

D bólkurin (U12) hevði 9 luttakarar, og tí varð Swiss skipanin brúkt til at skipa umførini. Har gjørdist Jamil vinnarin, og Lukas bleiv nummar 2 við sama stigatali sum nummar 3, Pætur, tó við fleiri mótstøðustigum, sum verða roknað útfrá hvussu væl mótstøðufólk teirra kláraðu seg.

Og til seinast var tað sermerkt og sera stuttligt at síggja, at ein genta megnaði at vinna yngsta bólkin, bólk E (U10), sum eisini hevði 9 luttakarar. Hettar var Lisa, sum er einans 8 ára gomul. Nummar 2 bleiv Djóni og nummar 3 lítlibeiggi Lisu, Andrew, sum bara er 5 ung ár. Óalmindiliga flott úrslit hjá teimum báðum má sigast!

Ein sera væleydnað kapping, og stuttligt er at síggja so stóra undirtøku í føroyskari ungdómstelving í ár, bæði av gentum og dreingjum. 1000 takk fyri hesaferð! Niðanfyri síggjast myndir av vinnarunum.

Onnur undankappingin til finaluna verður komandi vikuskifti, kl. 10:00 26.11.2022 í skúlatrøð í Klaksvík.


Bólkur A


Bólkur B


Bólkur C

  
Bólkur D


Bólkur E

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder