Ítróttur

TB og Dan Jensen enda samstarvið

TB skal hava nýggjan venjara.

2023-02-09 21:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 TB skrivar:

Tvøroyrar Bóltfelag og venjarin hjá besta mannsliðnum Dan Jensen, eru komin ásamt um at enda samstarvið.
Nú Dan og TB fara hvør til sítt, vil TB takka Dan fyri arbeiðið hann hevur lagt í felagið og ynskja bestu eydnu á hansara víðari yrkisleið innan fótbóltin.
Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni og kunnað verður, so skjótt nýggjur venjari er funnin.
Tvøroyrar Bóltfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder