Ítróttur

Ternan A er steypavinnari í dreingjum 12

Ternan A - Ternan B 2-0 (25-16, 25-16)

2023-03-04 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tað var ongantíð ivi um, at tað fóru at verða toftadreingir, sum fóru at gerast steypavinnarar fyri dreingir 12.
Ternan A og Ternan B dystaðust í finaluni og er hetta ein staðfesting av dygga ungdómsarbeiðinum, sum verður gjørt á Toftum.
Í dystinum hevði Ternan A munin og vann 2-0.
Dagsins leikari hjá Ternuni A varð Kaj Anton Johannesen og dagsins leikari hjá Ternuni B varð Tobias Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder