Ítróttur

Tórunn, Julia ella Jensa

Hvør var var besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í mars og apríl mánað? Tær tilvendu eru Jensa Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen og Tórunn Højgaard Joensen. Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini

Tórunn Højgaard Joensen, Julia Naomi Mortensen og Jensa Tórolvsdóttir eru í uppskoti at vera kosin besti spælari í mars-apríl 2026 - Mynd: www.FSF.fo

Tórunn Højgaard Joensen, Julia Naomi Mortensen og Jensa Tórolvsdóttir eru í uppskoti at vera kosin besti spælari í mars-apríl 2026 - Mynd: www.FSF.fo

2026-05-04 08:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Eftir fimm umfør í MeistaraDeildini hjá kvinnum liggja KÍ og HB stavn um stavn við 13 stigum í part. Síðani koma Víkingur og NSÍ við níggju stigum hvør.

Í toppdystinum um vikuskiftið, sum varð spældur í Gundadali, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2 millum HB og KÍ. Í hinum dystunum vann Víkingur 3-0 á 07 Vestur, og undir Mýruhjalla á Skála vann heimaliðið 3-0 á B36.

Tað eru eisini tey trý ovastu liðini á stigatalvuni, sum eiga tær tríggjar, ið eru tilnevndar sum besti spælari í mars og apríl mánað. Talan er um Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, Juliu Naomi Mortensen úr HB, og Jensu Tórolvsdóttir úr Víkingi.

Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til fríggjakvøldið á midnátt.

Stigatalva og leikskrá: MeistaraDeildin kvinnur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder