Ítróttur

Tríggjar sigrar í sterkari kapping

Seinastu dagarnar hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í altjóða ungdómskappingini Invitational Cup í Malmø í Svøríki. Talan er um eina sterka ungdómskapping, har fleiri av fremstu ungdómsliðunum í Norðurlondum taka lut

U15-landsliðið við dreingjum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í Invitational Cup í Malmø í Svøríki - Mynd: Ingi Arge

U15-landsliðið við dreingjum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í Invitational Cup í Malmø í Svøríki - Mynd: Ingi Arge

2026-08-04 15:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

– Hetta var ein góð og mennandi kapping, har okkara dreingir fingu møguleikan at royna seg ímóti úrvalsleikarum á høgum stigi. Teir stóðu seg eisini væl, og hugburðurin og arbeiðssemið vóru framúr. Samstundis sóu vit, at tað góða arbeiðið, sum feløgini og FSF gera í felag við at menna okkara ungu spælarar, ber ávøkst.

Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í Invitational Cup 2026 í Malmø.

Føroyska úrtøkan gjørdist tríggir sigrar, ein javnleikur og tvey tap, ið samanlagt rakk til eitt tíggjunda pláss av tilsamans 20 liðum, ið tóku lut í kappingini.

Lagt var fyri fríggjadagin við 2-0 sigri á danska B93. Kristjan Róksson og Hjalti Rógvason gjørdu málini hjá Føroyum. Seinni sama dag máttu føroysku dreingirnir lúta tepurt 0-1 fyri svenska felagnum IF Brommapojkarna.

Leygardagin helt føroyska liðið fram við góðum avrikum. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1 móti Helsingborgs IF, har Kristjan Róksson skoraði føroyska málið. Í seinna dystinum vunnu Føroyar 1-0 á norska Fredrikstad FK við máli frá Hjalta Rógvason.

Sunnudagin vóru playoff-dystir á skránni um plássini frá níggjunda til tólvta pláss. Fyrst vunnu Føroyar 1-0 á svenska stórfelagnum AIK Stokkhólm. Sigursmálið skoraði Jósef Caabay Nattestad.

Í síðsta dystinum í Invitational Cup 2026 tapti føroyska liðið 1-3 fyri svenska IFK Gøteborg. Føroyski málskjúttin var Kristjan Róksson.

– At vit javnan fáa møguleikan at taka lut í slíkum kappingum, har krøvini eru munandi hægri enn vit eru von við til dagligt, er uttan iva mennandi fyri spælararnar. Hesar avbjóðingar geva teimum virðismiklar royndir og eru við til at flyta teir fram á leið, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsta uppgáva hjá U15-landsliðnum við dreingjum er UEFA menningarkapping, sum verður í Albania í novembur. Tá vera mótstøðulondini Albania, Pólland og Norðurírland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder