Ítróttur

U21: 07 Vestur kann vinna FM í kvøld

07 Vestur skal á vitjan hjá KÍ í kvøld

2023-09-25 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld klokkan 20:30 verður oddadystur í U21 hjá dreingum. Tað er KÍ ið tekur ímóti 07 Vestur.

07 Vestur er oddalið við 37 stigum, og kunnu við einum sigri vinna FM í Klaksvík í kvøld. 07 Vestur hevur umframt KÍ dystin í kvøld ein dyst eftir ímóti HB.

Vinnur KÍ dystin so koma teir uppá 34 stig, sum bert eru trý stig færri enn hvat 07 Vestur hevur. Umframt dystin í kvøld hevur KÍ tveir aðrar dystir eftir í kappingini. So vinnur KÍ dystin í kvøld so vinna teir helst FM tá ið kappingin er av. Umframt dystin í kvøld skulu KÍ møta AB og NSÍ.

Endar dysturin við javnleiki í kvøld, so eru framvegis seks stig á muni millum liðini, og verður FM-vinnarin helst funnin í seinasta umfarinum.

[object Object] 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder