Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda stutt fyri hálvleik, og hon økti eisini sjálv um munin, tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal.

Stutta løtu seinni økti Rakul Sørensen við einum frálíkum langskoti til 3-0, og hóast litavar minkaðu um munin stutt fyri leiklok, so kundu føroysku genturnar fegnast um ein uppibornan sigur eftir síðsta bríksl.

Føroyar skulu aftur í eldin fríggjamorgunin, og tá er mótstøðuliðið Ísland, sum í sínum fyrsta dysti vann stórt móti Liktinstein.