
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur hildið røðu á hátíðarhaldi í hesum sambandi.
Tað var stór gleði millum næmingar og starvsfólk, sum tóku ímóti glæsiligu nýggju kørmunum, sum grundleggjandi fara at broyta umstøðurnar á skúlanum. Nú hava næmingarnir fingið nógv betri møguleikar at savnast og fjølgast. Harumframt eru nýggj náttúruvísindalig undirvísingarhøli í serflokki.
Stóra skúlakórið, við umleið 60 næmingum, setti ein gleðiligan dám á hátíðarhaldið við góðum kórsangi. Eisini sang ein bólkur við kvinnuligum lærarum so yndisliga.
Í røðu síni fegnaðist landsstýrismaðurin um, at byggingin hevur hildið seg trygt innan karmarnar, sum politiska skipanin hevur ásett. Fyrireikingin hevur verið neyv og drúgv, meðan byggitíðin hevur verið stutt. Júst sum serfrøðin mælir til. Røðan kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald