Annað

Ákæruvaldið kært úrskurðin í Bakkafrostmálinum

Tann 3. november 2026 var niðurstøðan hjá Føroya Rætti, at málið móti Bakkafrost var fyrnt. Eftir niðurstøðuna hjá rættinum hevði ákæruvaldið 14 dagar at taka støðu til kæruspurningin. Í dag boðar ákæruvaldið frá, at tey hava avgjørt at kæra úrskurðin hjá Føroya Rætti til landsrættin..

2026-11-18 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ákæra um brot á flutningskunngerðina

Í apríl 2026 ákærdi ákæruvaldið Bakkafrost fyri brot á flutningskunngerðina. Sambært ákæruvaldinum hevur Bakkafrost siglt millum aliøki uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Tað er landsrætturin, sum avger, nær málið verður viðgjørt, og hvørt tað verður viðgjørt á einum rættarfundi ella á skrivligum grundarlagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder