Í gjár vóru tvey stórmál á skánni í løgtinginum.
Fyrst var tað hækkan av pensjónsaldrinum, og tað endaði við 16 vóru fyri og 15 vóru ímóti. Liljan Weihe stemmaði ímóti saman við allari andstøðuni.
Løgmaður hevði brúk fyri hjálp úr andstøðuni fyri at fáa sítt málið um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum samtykt. Hann hevði nemliga ikki undirtøku fyri tí í samgonguni.
Tað vóru bert 13 tingfólk úr samgonguni, sum stemmaðu fyri uppskotinum. 10 andstøðulimir stemmaðu eisini fyri.
Tað vóru sjey tinglimir sum stemmaðu ímóti, og har átti samgongan trý av teimum, umframt ein í samgonguni stemmaði blankt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald