
Ein dagin kom eitt av starvsfólkunum spákandi gjøgnum høllina, hyggjandi seg um vegna váta gólvið. Bráddliga steðgaði eyga við veggin, har vakra myndin av javnaðarhøvdinganum so sjálvsøgd hongur. Tá varnaðist hon bráddliga orsøkina, eygu hansara stóðu full í tárum, sum spakuliga dryppaðu niður á gólvið.
Ein uppfunnin søga, ja- men ein anekdota, sum ómetaliga gott lýsir støðuna, sum ikki bert javnaðarflokkurin og samgongan eru sek í, men sum Føroyar og nógvir føroyingar eru endaðir í. Sosialpolitikkurin er steðgaður upp, fjalsins niðastu røkur fyri ikki at siga økið niðanfyri hesar, liggur í órøkt. Skal hann ikki gráta, hann sum alt lívið brendi og stríddist fyri júst tí ringast stadda, og sum tryggjaði at flokkurin, sum hann stovnaði, altíð hevði tey og teirra vælferð fremst í huga.
At halda eina løgmansrøðu, sum mest líkist einum idekatalogi ella einari samankóking av gomlum vallyftum, sum ikki eru hildin, boðar tíverri ikki frá, at tey ringast støddu kunnu vænta sær stórvegis batar frá hesari samgonguni. Men hetta skuldast jú syrgiligu støðuna, sum javnaðar- og tjóðveldisflokkurin hava telva seg í. Tey kunnu ynskja, vóna og í besta førði vænta tað teir vilja, men tey formáða sær einki móti frúnni, fyri at brúka myndatalu løgmans. Sigur hon nei, so verður tað nei- soleiðis hevur skilið verið í samgonguni higartil, og hví skulu vit vænta at nakað er broytt yvir summarið?
Lat meg í hesum sambandi nevna, fyri at taka dømir, at tað, at løgmaður lovar eyka stuðul til smáar fyritøkur maktar lítið, um fíggjarfrúgvin framhaldandi fær loyvi at gera seg inn á stóru fyritøkurnar, sum breyðføða í túsundatali av føroyingum, ella um hon framhaldandi sleppur at jagstra teir føroyingar, sum ár eftir ár fara út í heim, burtur frá konu og børnum, fyri at vinna sær og landinum lívsneyðugar inntøkur. Ella um hon, fyri at taka triðja dømið, framhaldandi sleppur at venda tumlinum niður fyri suðriartunnlinum, tvs. um hon framhaldandi sleppur at forða royndum løgtingsins at rætta suðringum og Suðuroynni, sum skjótt kann bløða út, rætta teimum somu hjálpandi hond, sum flestu føroyingar og øki í landinum longu hava fingið.
Harra formaður
Politikkur er alt annað enn eitt spæl, politikkur krevur breiðar herðar, grundfestar hugsjónir og djarvar avgerðir! Tí hevði eg, um eg var í staði løgmans, takka røðuskrivaranum fyri góða hugskotið um talvrøðuna. Men eg hevði biðið hendan brúkt myndataluna í onkrum barnablaði, og eg hevði hjálpt røðuskrivaranum at komið við einari málrættaðari røðu bygda á visiónir og haldbar lyfti. Eina røðu, sum ikki bert tingfólk, men alt føroya fólk, kundi glett seg til at hoyrt- eina røðu, sum kundi fest røtur, nælt, vaksið og borið ávøkst.
Harra formaður!
Lønargjógvin var høvuðsboðskapur mín í floksformansrøðu mínari á landsfundi Miðfloksins í juni. So væl varð hon fagnað, at málgagn javnaðarfloksins tók hana til sín og skrivaði eina heila oddagrein um hana. Og nú lovar løgmaður, í sjeyndu løgmansrøðu sínari, at landsstýrið í heyst vil koma í løgtingið við uppritið um, at lønarsamráðingar frameftir skulu fremjast á hendan hátt.
Tað kann ikki annað enn gleða Miðflokkin og miðfloksfólk! Væl veit eg, at ikki øll fakfelagsfólk eru eins fegin sum eg um hetta, men tær orsøkir hesi hava til at vera varðin og kanska óttast skulu loysast við samráðingarborðið og ikki við snildum. Tí vit kunnu og mugu ikki halda á við at dýpa gjónna millum tey vælbjargaðu og tey veiku við hesum út um alt mark ósosiala háttinum at veita lønarvøkstur uppá. Lat meg fyri tann, sum ikki heilt skilir, hvat eg tosið um taka hesi dømi, sum nøkunlunda svara til tað, sum hendi við seinastu lønarhækkingar, har tey vælløntu gjørdu tvey skarvslop, ár eftir ár, frá teimum lágløntu:
- Dømini eru frá einum, sum áðrenn hækkingina forvann kr. 30.00 um mánaðin, hesin fekk eina hækking yvir tvey ár uppá kr. 3.600 um mánaðin, tvs. góðar 43.000 um árið, meðan hann/ hon, ið hevði eina mánaðarløn uppá kr. 80.000 fekk eina hækking uppá kr. 9.600 um mánaðin, t.e. góðar 115.000 um árið.
Tvs. hin vælbjargaði fekk eina lønarhækking uppá 115.000 um árið, meðan hin sperdi fekk eina lønarhækking uppá 43.000 um árið.
Er tað rætt, er tað rímuligt, er tað virðiligt, er tað sosialt? Nei, nei, nei og nei! Og tað kann ikki halda fram, tað bæði kann og má steðgast!
Harra formaður:
Ímynda tær: um tú er 16 ár, 18, 20, 22, 24 ella har ímillum og kennir sálarligan órógv á tær, so kanst tú, uttan fíggjarliga kostna fara til sálarfrøðing, vónandi fáa hjálp- og almenna rindar kostnaðin.
Men ert tú 14 ár, 12,10, 8, harímillum ella yngri, so má tú, tvs. foreldur tíni, rinda kostnaðin- ella mást tú ganga hjálparleysur. Hetta tvíheldur samgongan, í andsøgn viðsakkunnleikan, um er rætt, og løgið nokk eisini bilar hennara, teir báðir stóru andstøðuflokkanir. Teir stuðla hesum djúpt, djúpt, djúpt ósosiala órættvísi og hava valt at atkvøtt saman við samgonguni móti uppskotum Miðfloksins um at taka niðara aldursmarkið burtur- tað skilja okur ikki.
Men Miðflokkurin fer tó, eisini her, enn einaferð at leggja uppskot um hetta fram á ting- gævi onkur sosialur neisti kveikist til ta viðgerðina.
Barnafrádrátturin
Harra formaður- Miðflokkurin hevði, av givnum orsøkum, vónað og væntað at sæð eitt uppskot um at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við 1.000 ella kanska 2.000 kr. pr. barnið um árið. Hetta hevði av sonnum verið ein útrætt hond til sperdu barnafamiljurnar, og ein eggjan til eitt hægri barnatal. Men slík ætlan sæst ikki í løglistanum, so har hevur frúgvin eftir øllum at døma vent tummilin niður. Vit í Miðflokkinum eru sera vónbrotin, men fara at leggja fram uppskot um hetta, eitt uppskot sum lættliga kann fíggjast á verandi fíggjarlóg.
Nøkur fá orð um suðriartunnilin:
Kostnaðurin fyri hendan má kannast, tí støðan í dag, við Smyrli, er fíggjarligt óhaldbar. Hvønn dag blaka okur, eftir øllum at døma, pening út í luftina, tí siglingarfarleiðin kostar meira yvir tíð, enn ein nýggjur tunnil kemur at kosta. Vit blaka pening burtur, sum burdi verði betur brúktur, ikki bert til tunnilin, sum vildi bjarga Suðuroynni og suðringum, men til so nógvar alneyðugar samfelagsligar batar.
Tunnilsuppskotið, sum tíverri fall burtur, má fáast fram aftur sum skjótast, so okur fyrst av øllum kunnu fáa eina hóming av veruliga kostnaðinum. Er hesin umleið tær 4. mia, sum nógv serkøn meta, má hann gerast. Er kostnaðurin hinvegin fleiri enn 6. mia. er støðan ein heilt onnur. Men kostnaðartølini mugu koma á borðið, alt annað tos hevur bert sum endamál at steðga tunnlinum, og tað kunnu okur ikki gera móti suðringum og okkum sjálvum, skattapeningurin má brúkast skilabetri, um frúgvin vil tað ella ikki.
---------------------------------------------
Harra formaður!
Hvønn einasta dag í árinum verður ein partur av lønini hjá øllum føroyingum oyramerktur og fluttur Kringvarpinum, har ætlanin er at peningurin skal brúkast til at geva lurtarum og hyggjarum falsleys tíðindi og objektivar og sannar sendingar.
Men hvussu er støðan við tí.
Ein tilvildarligan dag í vár, men tað kundi eins væl havt verið í gjár, bar ein av kvinnurøddunum í Kvf okkum tíðindi um, hvussu seinasta døgnið hevði verið í Gaza. Tá hon var liðug við ræðslusøgu sína segði hon, og eg endurgevi beinleiðis við loyvi formansins: ”hesi tíðindi ber bretska kringvarpið, sum endurgevur verjuskrivstovuna hjá Hamas”. Jú, tú hoyrdi rætt, hon segði: ”sum endurgevur verjuskrivstovuna hjá Hamas”.
Harra formaður, mark mugu vera!!!
Hvat hugsar sokallaði Public Service stovnurin fyri sær, fyrst at føroyska og síðani at lesa tíðindi frá einum terrorfelagsskapi.
Men siga fleiri: hetta er ikki einasta ferðin at Kvf. borðreiður við falstíðindum frá Hamas, tað er dagligt, tað er vorðið vanligt!
Harra formaður: Tað syrgiliga er, at tey vita, at hamas er klassifiseraður sum ein terrorfelagskapur, ein av heimsins óhugnaligastu. Ein alinlong røð av londum og felagsskapum í demokratiska partinum av heiminum hava ongan iva, tey hava fyri mongum árum síðani tikið frástøðu frá hamas av hesi orsøk! Lat meg nevna nøkur teirra:
- EU, við øllum tess 27 limalondum (dømi Spania, Frankaríki, Italia, Danmark, Svøríki, Grikkaland osv.)
- USA
- Stórabretlandi
- Kanada
- Australien- og okur kundu hildið á. . .
Øll hesi londini taka frástøðu frá terrorfelagskapinum hamas og teimum ræðuligu atgerðunum, sum felagsskapurin stendur fyri- tvs. sjálvmorðsálopum og missil- og raketálopum á ósek civil, burturflytingar, pínslu, voldtøkur, sundurliman av livandi menniskjum, eldáseting á livandi børn- og vit kundu hildi á.
Hendan felagsskapin brúkar Kringvarp okkara, sum tíðindakeldu, sum sannleiksvitni. Eg loyvi mær at spyrja:
- hvar er leiðslan, hvar er stýrið, tá slíkt hendir, sova stjórin, varastjórin, redaktørar, deildarleiðarar?
Tí sær Miðflokkurin seg noyddan at leggja uppskot fram um at Kringvarpsgjaldið frameftir verður fríðvillugt hjá lurtarum og hyggjarum at gjalda. Hevur tú ikki hug til hesa einvísu propagandu sum nøkur av tíðindafólkunum halda seg hava rætt til at fremja og sum leiðslan tykist geva teimum loyvi til, eigur man ikki sum stovnur at eiga rætt til at áleggja lurtaranum og hyggjarum tvangsjaldið!
Ikki tí, okur vænta ikki at slíkt uppskot verður samtykt, til tað eru løgtingsfólk alt ov veik, tosa, men tora ikki, tá á stendur, trúgv mær. Men okur geva møguleikan, okur kunnu ikki liva við bara at hyggja at, tíðin er komin at geva fólki frælsi til sjálvi at velja um tey vilja at peningur teirra verður brúktur til fælstíðindi ella ikki!
Uttanríkispolitikkur.
Nei, eg havi onki sagt um vitjanina hjá uttanríkisfrúnni í Ukraina, men virðing mín fyri Zelinsky forseta vaks munandi, tá hann vísti stórsinni við ikki at vísa henni av landinum. Máti má vera við dupultspæli, harra formaður! Tosa um tjóðarfrælsi samstundis sum man fylgir í skjúrtuveli dana til Ukraina, tað er eitt, men at vitja neyðars landið, og látast sum um man stuðlar, samstundis sum tað er júst hesin flokkurin, sum fremur stórsta svikið í stríði ukraina, tað má kallast toppmált frekt!
Viðvíkjandi brennideplinum í Miðeystri, so sæst sami veikleikin. Har boðar man aftaná 663 daga ómenniskjaligan ágang frá undirtøku til eina tannleysa yvirlýsing frá øðrum hálvhjartaðum londum. Nær í verðini uttan ongantíð hevur ein yvirlýsing loyst nakað stríð?
Hesi bæði londini, Ukraina og Ísrael, stríðast stríð okra og burdu fingið okra fulla stuðul fyri langari tíð síðani. Tað hevði sømt seg Føroyum og hevði av sonnum sett okkara, um enn lítlu tjóð, á heimskortið, um okur frá degi eitt og fram til dato vóru á odda í stríðnum fyri at fáa óseku gíslarnar heim og at fordømt terrorfelagsskapin hamas og brotsmannin Putin.
Jenis av Rana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald