Fríggjakvøldið 8. juni fer Frítt Val at hava stovnandi aðalfund í Perluni í Havn. Hurðarnar lata upp kl. 19:30.
Frítt Val byrjaði í August 2017 sum fólkarørsla fyri fríari abort í Føroyum. Síðani tá er rørslan vaksin nógv, og nú er tíðin búgvin at stovna okkum sum felag.
Frítt Val ynskir at stuðla gongdini fram ímóti einum samfelagi, har kvinnur ráða yvir egnum kroppi, og har hvør einstøk kvinna hevur einarætt til at taka avgerðir um mál, ið beinleiðis ávirka likam og lív hennara.
Skráin hetta kvøldið:
Kl. 20:00 Vælkomin
Kl. 20:20 Karin Kjølbro ber fram røðu
Kl. 20:35 Laika spælir nøkur løg
Kl. 21:00 Reglugerð og val av nevnd
Kl. 21:30 Sonja Jógvansdóttir ber fram røðu
Kl. 21:40 Konni Kass spælir nøkur løg
Kl. 22:05 Mariumessa á Vári diskar restina av kvøldinum
Plakatsøla verður við myndum, ið føroyskar listakvinnur hava gjørt til høvið. Allur peningurin fer óskerdur til stríðið fyri fríari abort í Føroyum.
??ll, ið taka undir við fríari abort, eru vælkomin.
Samband við okkum fæst á [email protected] ella á Facebook síðu okkara Frítt Val - fyri fríari abort.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald